
Ein av okkara størstu avbjóðingum er at liva í heiminum. Ikki at verða av heiminum, og ikki melda seg úr heiminum. Tvístøðan er, at vit liva her, men hoyra einari aðari verð til.Vit hoyra Jesusi til, men liva og eru í heiminum. Spenningur, og ikki altíð samljóð, er millum hesi bæði – heimin og himmalin. Hvar hoyra vit heima?
Tvær loysnir eru upplagdar. Onnur er at melda seg heilt úr heiminum, og hin er at gerast heilt av heiminum.
Men Jesus biður klárt Gud um ikki at taka okkum úr heiminum, og minnir samstundis á, at vit eru ikki av heiminum (Jóh. 17:15-17). Men hann biðjur um, at vit skulu verða varðveitt frá illum.
Tá vit melda okkum úr heiminum og samfelaginum, bróta vit Jesusar meginreglu um, at vera ein partur av samfelaginum, og avmarka okkara møguleika at umboða Kristus. Hinvegin, gerast vit ein partur av heiminum, gerast vit trúgvandi, uttan grundfesta trúgv, uttan sereyðkenni og við lágari hugsan um Gud. Tá manglar trúnni dýpd, og vit vita ikki, nær mentan
og samfelag eru í samljóð ella andsøgn við Gud.
Men hvussu skulu vit liva og vera? Hvussu er man í heiminum, og ikki avbyrgdur og ikki líka? At biðja okkum ”ikki at bera seg at sum henda øld” (Róm 12:2), er sum at biðja ein fisk at svimja á landi. Heisn heimur er sjógvurin vit hava svomi í, alt okkara lív; hann er tað einasta vit kenna til. Men ”Hann, sum í tykkum er, er størri enn hann, sum í heiminum er” (1. Joh. 4:4), og tí kann Jesus senda okkum út at at vera salt og ljós, og endurtaka hansara elskandi og umbroytandi atferð.
Hvørt ættarlið er ávirkað av tíðarandanum – Zeitgeist – tí ráðandi hugsunarháttinum í tíðini. Okkara tíð er andaliga ørkymlað, við ego í miðdeplinum, uttan absoluttan sannleika og bindandi moral. Vit eru ávirkaði av tíðarandanum, og tað er torført at hugsa øðrvísi.Vit mugu vera tilvitað um okkara val, skal tað eydnast at vera í og ikki av heiminum. Vit mugu fyrihalda okkum til rákini, vit møta, og vraka tað, sum er í andsøgn til trúnna og Jesus. Okkara dagliga rutina skal broytast, so vit søkja Gud og hansara vilja, so vit kunnu vita, nær vit eru í samljóði og nær vit eru í andsøgn við Gud.
Pól í Skorini