
Eins og tit hava tikið ímóti Kristusi, livið soleiðis í Honum, og verið rótfest og latið tykkum byggja upp í Honum (Kol. 2:1-10).
Tá ið tú lurtar eftir vitnisburðum á møtum og samkomum, leggur tú til merkis, hvussu ymiskir teir kunnu vera. Ein kom til trúgv á ungdómsárum, ein annar mátti royna heimin fyrst, áðrenn hann kom til trúgv. Og ein triði vitnar um, at hann ella hon hevur altíð trúð á Jesus og kann ikki minnast ein umvendingardag. Felags fyri allar vitnisburðir er tó hetta, at vit hava tikið ímóti Jesusi sum frelsara og Harra.
Men okkara vitnisburður eigur ikki bert at vera søga, men eisini støða. Frelsan er ikki einans ein hending, men merkt av nútíð og framtíð. Nakað vit eru í Kristusi hvønn dag. Tí kemur Paulus við hesari áminning, har hann knýtir tann afturlítandi vitnisburðin til tann núverandi – tann sum hevur við gerandislív okkara at gera.
Í Kristnastovu, har vit búðu í mong ár, eru fleiri stór trø í urtagarðinum og tey hava brúkt nógv ár um at vaksa seg stór. Vit síggja bara ein part av trøunum, ein stórur partur er ósjónligur. Hvørt træ hevur eina rót, sum skal hava umstøður at vaksa. Hon skal hava vatn, ljós og pláss at vaksa. Tey flestu trøini hava staðið í mong ár. Men í vindi og óveðri er okkurt teirra rykt upp við rót. Hví veit eg ikki, men okkurt gjørdi, at tað ikki helt í royndarstundini.
Jú djúpari røtur, vit hava í Kristusi, jú meiri skal til fyri at ríva okkum um koll. Tað er okkara dulda trúarlív, sum eingin sær uttan Gud, ið heldur okkum uppi. Er kristindómur mín bara grundaður á tað sjónliga, so heldur hann ikki í royndarstundini.
Eitt sunt, persónligt trúarlív er treytað av einum livandi samfelagi við Gud gjøgnum Orðið og bønina. Um vit ikki hava tað við, so er vandi fyri at vit falla, tá ið á stendur. Í sálmi 1 stendur um tann, sum hevur gleði sína í Orðinum, at hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín í rættum tíma, og sum bløðini ikki følna á.
Vónandi er byrjanin til andaliga lívið farið fram hjá tær. Og soleiðis sum tú komst til trúgv á Kristus, halt fram í støðugum áliti á Hann. Andaliga lívið kann bara mennast í samfelag við Hann, sum er upphavsmaður og fullkomari trúarinnar (Hebr. 11,1).
– Øssur Berghamar