
John Johansen er tvøramaður, men býr nú í Keypmannahavn, her hann arbeiðir sum kokkur. Vit hava spurt John, hvønn týdning tað hevur fyri hann, at Jesus doyði og reis upp frá teimum deyðu.Tá eg hugsi um, hvønn týdning Jesu deyði og uppreisn hevur fyri meg, hugsi eg um freistingina í oyðimørkini og líðingina á krossinum.
Freistingin í oyðimørkini
– Við tað sama dreiv Andin Hann út í oyðimørkina. Hann var í oyðimørkini og varð freistaður av Satan 40 dagar; Hann var millum hini villu dýrini, og einglarnar tæntu Honum (Markus 1:12-13).
Jesus kennur ikki bara til freisting, nei, Hann hevður sjálvur verið freistaður. Tí kunnu vit, tá ið vit verða freistað, biða til ein Harra, ið hevur samkenslu við okkum. Tað er uggandi at vita, at Harrin veit, hvussu tung freistingin kann vera.
Jesusar líðing á krossinum
– Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg – og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi. Men Hann var særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd (Esaias 53:4-5).
Harrin fann meg í myrkrinum, frelsti meg og tók sjúku og allar mínar syndir á Seg. Eg skelvi, tá eg hugsi aftur á, hvør eg var. Orð finnast ikki, ið kunna beskriva tað takksemi, ið eg havi í mínum hjarta fyri, at Jesus doyði fyri meg.
Sagt verður, at alt tað gamla er farið, alt er vorðið nýtt. Mítt lív prógvar, at tað er so satt, sum tað er sagt. Eg eri eitt nýtt menniskja og havi onga skomm á mær longur, tí Jesus tók alt á krossin. Halleluja!
Uppreisnin
– Jesus segði við hana [Martu]: “Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr” (Jóhannes 11:25).
Tað gevur eina ómetaliga styrki at vita, at ikki ein gong deyðin hevur vald á okkum longur; krossurin hevur eisini sigrað á honum. Við syndini hjá Ádam kom deyðin í verðina, men við uppreisn Kristusar, fingu vit lív í allar ævir!
Halleluja! Amen.