Tá ið eg var smádrongur og búði úti í Rættará í Havn, spældu vit ofta inni í einum garði í grannalagnum, har ein rættiliga stórur klettur stóð. Hann var eisini kallaður – kletturin.Vit klivu upp á hann í heilum, men tordu nokk ikki at leypa niðurav, tí hann var bæði høgur og breiður. Mær vitandi stendur hann har enn. Og hóast Havnin annars hevur broytt seg nógv seinastu árini, so stendur hesin klettur har hann altíð í mínari verð hevur staðið. Og hann er bert ein av mongum, mongum klettum, sum standa ymsastaðni kring okkara fjallaland. Hesir sterku, óvikiligu rimmarføstu klettar, sum eingir menn eru mentir at lyfta ella flyta so mikið sum ein centimetur, standa ymsastaðni og prýða okkara vakra land.
At teir eisini hava havt sínar uppgávur í Føroyum, tað boða ymsar søgur um, tá fólk hava flýggja undan onkrum, sum vildi teimum ilt.
Klettur Dávids
Tað er áhugavert at leggja merki til, hvussu Dávid aftur og aftur nýtir orðið klettur um Gud sín. Hann var klárur yvir, at hann hevði brúk fyri nøkrum, sum var sterkari enn hann sjálvur – ikki minst í lívsins royndarstundum.
Hetta kemur serliga fram í sálmum hansara – her eru nøkur dømi:
* Gud er klettur mín, sum eg søki mær skjól hjá. (Sálm. 18,3)
Hetta er brot burtur úr vitnisburði Dávids í einum sálmi, har hann gevur Gudi heiðurin fyri at hava leitt seg úr “hondum alra fígginda hansara og Sauls)
*Tí tú ert klettur og borg mín, og fyri navns tíns skuld skalt tú leiða og føra meg. (Sálm. 31,3)
Gud vildi leiða hann – ikki vegna tað, Dávid var, men tað fyri hansara egna navns skuld. Altso, fyri at gera navn sítt stórt.
* Hann dróg meg upp úr úndirgangsgrøvini, úr hinum botnleysa díki, Hann setti føtur mínar á klett, gjørdi stig míni føst. (Sálm. 40.3)
Her tykist rættilig kreppa vera í lívi Dávids. Ikki undarligt at vit sum kristin ofta at sipa til hesa orð, tá ið vit skulu seta orð á frelsu okkara.
* Frá enda jarðarinnar rópi eg til tín, meðan hjarta ørmaktast. Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg.
Dávidi hevði vunnið á Goliat og vunnið nógvar sigrar, og hann gjørdist kongur í Israel. Tó vóru einsligar løtur, har hann hevði brúk fyri einum kletti, sum var hægri enn hann sjálvur. Tað hava vit eisini.
Dávid var ein veldigur bardagamaður – og hann gjørdist ein máttmikil kongur í tjóðini Ísrael, sum Harrin signaði. Men hann helt á at hava brúk fyri einum kletti, ið var størri enn hann sjálvur. Vissuliga hava tú og eg sama tørvin – ikki minst tá ið lívsins mangan óvæntaðu kreppur leggjast yvir lív okkara.
Kletturin Kristus
Men eisini í Nýggja Testamenti verður hetta orðið klettur nevnt – og steinur við – serliga í samband við Kristus. Kristus er klettur og hornasteinur okkara, sum hava sett okkara álit á hann. Hornasteinar vóru nýttir á teimum døgum sum høvuðssteinar í húsabygging. Teir vóru grundarlagið fyri trygdina av húsinum. Pætur sigur um Kristus “Í skriftini stendur jú: “Eg leggi í Zion hornastein, útvaldan, dýrabaran. Tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar.”” – og leggur so aftrat “Tykkum, ið trúgva er Hann tá dýrabarur.”
Tað er eisini áhugavert at leggja til merkis, at tá ið Paulus skrivar um ísraelsmenn, sum gingu gjøgnum oyðimørkina, sigur hann um teir, at “teir drukku av hinum andaliga kletti, sum fylgdi teimum – og kletturin var Kristus.” Hann er eisini kletturin, sum fylgir teimum, ið trúgva á Kristus, á leiðini heim til hin æviga stað.
Klettur klovin fyri meg
Fleiri andaligir sangir eru skrivaðir, taka útgangsstøði í kletti hins kristna. Ein tann best kendi sálmurin við hesum evni man vera sangurin “Klettur klovin fyri meg” skrivaður av A. Toplady:
Klettur klovin fyri meg,
fjaldur í tær eri eg,
Blóðið tað, sum frá tær rann
lív og rættvísi mær vann.
Lyfti mína byrði av,
hjartafrið og hvíld mær gav.
Vit hava øll uttan undantak brúk fyri einum kletti, sum er størri og sterkari enn vit sjálvi. Okkum tørvar klettin Kristus bæði í stilli sum í stormi. Tá vit ein dag skulu standa yvir fyri einum rættvísum Gudi er tað einki annað, sum heldur uttan kletturin Kristus.
Og tí hendan heilsan til tín, sum kanska inntil nú hevur krøkt teg fast í ymist í hesum heimi, sum ikki røkkur longur enn til gravarbakkan: Leita tær lívd hjá Jesusi, tí æviga klettinum, sum var klovin fyri teg.
Øssur Berghamar