
Hendan tankavekjandi grein stóð at lesa í Sendiboðnum fyrr í ár. Samkoma Kristusar er í kreppu, tí hon undirmetir høvuðslærubók sína, sigur formaður í bíbliufelag.Mark Brown, stjóri á Nýsælandska Bíbliufelagnum, sigur, at flestu kristnu kenna seg trygg, tá tey siga, at tey meta Bíbliuna vera eina týdningarmikla lærubók. Tó hava nýggjar kanningar hjá Nýsælendska Bíbliufelagnum prógvað, at talið á fólki, sum regluliga lesur í Bíbliuni, er lágt.
Av teimum 2.048 spurdu, sum ganga í kirkju ella á møti, lósu bert 21% av teimum dagliga í Bíbliuni. 22% søgdu, at tey lósu í minsta lagi eina ferð um vikuna. Hini søgdu, at tey lósu av og á ella næstan ikki. Samkoman við flestu bíbliulesarum í Nýsælandi vóru Brøðurnir.
Ein líknandi kanning í USA vísti, at einans 12% av teimum, sum tóku lut í kanningini, lósu í Bíbliuni eina ella fleiri ferðir um dagin.
“Samtalur við onnur í andaligum verki í Evropa og Avstralia hava sýnt sama ørkymlandi rákið,” sigur Mark Brown og endurgevur amerikanska professaran J. H. Westerhorff, sum sigur, at um vit ikki kenna, fata, tilogna okkum og liva søguna, so fara vit og børn okkara ikki at eiga ta kristnu trúnna.
Chris Marshall, fyrilesari í gudfrøði á universitetinum í Victoria vísir á, at vit ikki longur gera okkum greitt, at Bíblian hevur høvuðsleiklutin í at skapa kristnan samleika og mynda eitt kristið sinnalag.
Marshall sigur, at høvuðsleiklutur Bíbliunnar er at siga okkum, hvørji vit eru sum menniskju, hvar vit hóska inn í endurloysingarverk Guds, og hvussu vit eiga at hugsa og gera, til tess at vit áhaldandi í trúfesti kunnu endurliva frásøgn Guds.
Tess minni vit lurta eftir Skriftunum, tess meiri seta vit heimin, so sum vit kenna hann, sum okkara sjálvsetta svar, og tess minni hava vit at bjóða einum heimi av tí, sum er nýtt og frískt, máttmikið og endurloysandi.
“Tá ið vit lesa í Bíbliuni, fara vit ikki einans í holt við eina uppgávu at læra veruleikar, men gerast partur av ein tilgongd at verða umbroytt,” sigur stjórin fyri bíbliufelagið.
“Um eg hevði spurt ein flokk av kristnum verkafólki: “Halda tit, at Bíblian er týdningarmikil?” hevði ikki ein – sjálvt ikki ein frælslyntur kristin – sagt, at tað ikki er týdningarmikið. Øll ásanna, at hon er høvuðslærubókin, hvussu enn málbera seg.
“Men tá eg spyrji: “Lesur tú í henni? Hugtekur hon teg?” Nei, tá fara tey at snara sær á í stólinum og hyggja ikki longur inn í eyguni á mær!”
Brown sigur, at vit síggja eina sundurliðing av Skriftunum, sum er eitt hjáárin av nútíðarrákinum.
Tað er siðvenja at pilka skriftstøð burturúr, sum tú heldur passa tær. Eru vit fyrst farin inn á hetta vandaøkið, so snýr tað seg einans um, hvat mær dámar, og tað, sum fær meg at kenna meg væl.
“Samkomur, kirkjur og meinigheitir brúka Bíbliuna neyðarsliga sum eitt av mongum amboðum at røkka sínum málum. Hon kann tí lættliga lækka í tign fyri meiri “góðkendum” amboðum sum hugvekjandi sangi og undirhaldstalum.”
Brown sigur, at í eini eyðkendari meðalsamkomu er prædikan ein blanding av “stemningi” og undirhaldi, men hon leggur ikki trygga grund.
“Tá skriftstøð verða nevnd, so er tað mest sum hissini. Tíð verður ikki sett av til upplestur úr Bíbliuni, og fólk verða sjáldan eggjað at lesa í henni sjálvi.
“Vit lesa bert tey brot í Skriftini, sum stuðla okkara ávísa sjónarmiði, ella leita vit eftir ein skjótari patentloysn uppá lívsins trupulleikar. Vit taka ongar avbjóðingar, vit skilja ikki hábærisligu frásøgnina, og tí gerast evnini í Bíbliuni útvatnað.
Verða skriftstøðini tikin út úr samanhanginum, er vandi fyri, at Bíblian at enda er skerd til eitt savn av vitugum útsøgnum, sum skulu kappast á sjálvnøktarmarknaðinum. Hetta er neyvan uppskriftin at gerast andaliga búgvin!
“Tá tú gloymir, at tað snýr seg um umbroyting, gerst tað lætt ikki at geva sær far um tað. Men er tað nakað, vit skilja sum umbroyting, hvussu kunnu vit annað enn dagliga krøkja okkum í tað?”
Brown metir, at bíbliulesnaður verður mettur so lágt, tí ein meðaldagur hjá teimum flestu er ov fullur av endaleysum virksemi, sum skal fáast frá hondini.
“Hitt endaliga úrslitið av øllum hesum er “relativisma”, har mín uppfatan av sannleikanum er eins góð og tín, hóast hon er øðrvísi. Eingin eigur sannleikan: Eingin trúarjáttan kann smoyggja sítt sjónarmið yvir nakran annan, um allar trúarjáttanir eru javnbjóðis, tá ið samanum kemur.
“Postmodernisman leggur dent á persónligar upplivingar og meiningar fram um veruleikar. Klassiski postmodernistiski spurningurin er: “Er Bíblian viðkomandi fyri meg?”
Brown sigur, at stundin er komin hjá kristnu samkomuni at viðgera hesa kreppuna við at fara í holt við eitt kjak við ráðandi nútíðarrákið – møguliga gjøgnum alnótina.
Slíkir trupulleikar verða ikki broyttir eftir einum degi – tað skulu ættarlið til. Tað snýr seg ikki einans um at røkka tey ungu, men eisini samkomuleiðarar og tey eldru.”