Kristnastova – ein varði í Keypmannahavn

Logoið hjá Kristnastovu er ein varði. Og viðhvørt verður sagt, at “Kristnastova er ein varði í Keypmannahavn”. – Men hvør er symbolikkurin aftan fyri logoið?Áðrenn vegir vóru gjørdir millum bygdirnar í Føroyum, varð gingið eftir gomlu bygdagøtuni. Framvið hesi gøtu høvdu menn laðað varðar, sum mangastaðni standa enn.

Varðin var ein vegvísari, sum hjálpti fólki at finna fram til næstu bygd. Í ljósum og klárum veðri, var ikki so neyðugt við varðanum, tí um gingið varð eftir bygdagøtuni, kom ein fram í øllum góðum. Men um nú mjørki legðist, og torført varð at síggja og fylgja gøtuni, kundi næsti varðin daga undan í mjørkanum og ferðamaðurin vitsti so, hvønn veg hann skulu ganga. Og um mjørkin legðist so tættur, at ikki sást millum varðarnar, bar til at steðga á við ein varða og bíða til tokan lætti. Har kunnu ein seta seg niður, rinda møðina og fáa sær ein góðan bita úr sjáttuni.

Soleiðis er Kristnastova – andaliga sæð. Fyri kristin er heimurin, vit iva í, tíðunt eitt andaligt mjørkahol, og ofta kennist tað, sum vit ganga í andaligum mjørka, har ein skjótt kann villast av gøtuni. Ynski okkara við Kristnastovu er, at tað má vera ein andaligur vegvísari, sum hjálpir okkum at síggja Jesus og fylgja honum. At vit eisini her kunnu hvíla okkum, njóta góðan andaligan mat og uppbyggja hvør annan
í trúnni á Jesus.

Við tíðini detta steinar niður av varðanum. Tí er neyðugt av og á at leggja steinarnar upp á varðan aftur ella at laða hann av nýggjum. Andaligir varðar sum Kristnastova mugu eisini haldast við líka. Tað gera vit við regluliga at koma saman við øðrum trúgvandi, brúka okkara tíð og gávur til at tæna øðrum við, so vit síggja Jesus klárari og læra at fylgja honum betur.

Niels Pauli Nónstein