Kristnastova fær nýggjar kreftur

Hetta var yvirskriftin á grein í Sendiboðnum herfyri, har Dora og Niels Pauli Nónstein svaraðu nøkrum spurningum – nú tey innan stutta tíð koma niður til Danmarkar fyri at arbeiða í Kristnastovu. Greinin kann lesast her.

Kristnastova fær nýggjar kreftur

Í august í fjør giftist Niels Pauli Nónstein, Hvalba, við Doru Lómstein, Tórshavn, og í august í ár flyta tey bæði til Danmarkar fyri at vera við til at leiða verkið í Kristnastovu. Arbeiðið millum føroyingar í Keymannahavn er teimum ikki ókent, tí árini frá 1997 og fram til ávíkavist 2002 og 2003 búðu Niels Pauli og Dora í Keypmannahavn, meðan tey vóru undir útbúgving. Hann las átrúna og hon las til farmaseut. Hesi árini var Kristnastova teirra andaliga heim.

Eftir lokna útbúgving fór Dora heimaftur til Føroya fyri at arbeiða á Tjaldurs Apoteki í Havn. Á sumri 2002 fór Niels Pauli undir gudfrøðilestur í USA; útbúgving hansara verður liðug í summar.

Vit hava sett teimum nakrar spurningar í samband við avgerð teirra at fara niður til Keypmannahavnar fyri at vera við í verkinum saman við Susan og Øssur Berghamar.

Hvat hevur fingið tykkum at fara niður til Keypmannahavnar at virka?
Tað hevur leingi verið okkara ynski at verið uppi í Harrans verki – eisini fulla tíð. Tá ið so Øssur og Susan heittu á okkum, um at umhugsa at koma til Keypmannahavnar, tóku vit tað í størsta álvara, hugsaðu okkum væl um og bóðu nógv fyri tí.

Lestrarárini dámdu okkum sera væl í Kristnastovu og vit fingu nógv gott haðani – bæði sosialt og andaliga; so avbjóðingina at arbeiða millum okkara egnu landsmenn, serliga teir lesandi, var tiltalandi. Tá vit harafturat merktu, at bæði nevndin fyri Kristnastovu í Føroyum og elstarnir í Keypmannahavn fegnir sóu, at vit komu, gjørdu vit av at taka hesa ábyrgd á okkum. Fyribils hava vit so játtað at verða eitt ár.

Hvønn part av arbeiðinum føla tit serliga nógv fyri?
Hirðatænasta í breiðastu merking liggur okkum á hjarta. Okkara ynski er, at møta menniskjum, har tey eru, fyri at leiða tey eitt stig framá í andaliga lívinum. Vit vóna, at kunna hjálpa útisetum at finna sítt pláss og brúka sínar gávur í samfelagnum og samkomuni – eisini tá teir venda heimaftur til Føroya. Og so liggur okkum á hjarta, at røkka út til tey, sum enn ikki kenna Jesus.

Vera tit knýtt at arbeiðnum fulla tíð?
Ja. Dora er sett til at eiga fyrst í september, tí verður hon í barnsburðarfarloyvi teir fyrstu mánaðirnar. Niels Pauli kemur at arbeiða fulla tíð.

Hetta er jú eitt nýtt stig hjá tykkum. Hvussu kunnu fólk stuðla tykkum í hesum?
Vit hava longu merkt hjartaligan stuðul frá mongum, bæði familju, persónligum vinum, vinum í samkomunum og arbeiðsfeløgum. Mong hava stimbrað okkum og sagt at tey gleðast um at vit fara niður. Hetta hava vit verið sera glað fyri. Vit vita, at mong av hesum eisini biðja fyri okkum og arbeiðinum í Kristnastovu. Og besti stuðulin er júst hesin, at uppmuntra og vera áhaldandi í bønini, tí tað er ein ásannan av, at verkið er Harrans, ikki okkara.