
Óneyðugt at siga, so er ein krossur at finna í føroyska flagginum. Eitt sindur mótsigandi er tað tó, at bæði vit og aðrar tjóðir hava valt at lata ein kross eyðkenna eitt plagg, sum skal siga frá, hvørji vit eru. Tað er ikki júst nakað lívsjáttandi við einum krossi. Hann boðar jú frá deyða og ikki lívi. Og tó – sum vit hugsa um hendingina, sum krossurin peikar aftur á, so er krossins boðskapur um somu tíð ein lívsins boðskapur. Tað var har, vón varð birt fyri eina falna mannaætt, sum var komin burtur frá skapara sínum. Vit eru mong, sum kunnu siga, at tað var við kross Kristusar eg fann lívið í Gudi. Tað var har, at bøtt var fyri synd og misgerðir mínar, sum høvdu skapt skilna millum meg og ein rættvísan Gudi. Og tí er tað at Paulus, sum annars sat inni við nógvari vitan og var førur fyri at halda veldugar talur, í hesum føri einans heldur seg til tað einfalda: Kross Kristusar. Eg setti mær fyri einki at vit millum tykkara uttan Jesus Kristus og hann krossfestan.
Evangeliski boðskapurin er enn ídag tengdur óloysiliga at krossi Kristusar, og tað merkist á persónligum vitnisburðum teirra trúgvandi. Hetta kemur eisini fram í nógvum av teim sangum og sálmum, vit syngja. M.a. sigur eitt kent ørindi soleiðis:
Har við krossin, skelvandi,
tú, á Harri, fanst meg,
har við tínum kærleika
fast til tín tú bantst meg!
Krossurin, krossurin
øll mín æra veri,
til eg tær í himlinum
betri prís fram beri!
Men gleðiboðskapurin er ikki bert krossins boðskapur – hann er eisini ein uppreisnarboðskapur. Reis Kristus ikki uppaftur, so høvdu vit heldur ikki fingið lut í lívi Hansara. Men tað hava vit, tí krossurin kundi ikki gera enda á lívsins harra. Hann reis uppaftur við megi og livir í dag. Jesus segði: ”Eg eri uppreisnin og lívið. Tann, ið trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.” Trúgva vit á Hann, sum verandi Harra og frelsara okkara, kunnu vit ogna okkum hetta lyftið. So eru vit æviga trygg og stevna móti tí æviga staði, sum Hann er farin at gera okkum tilreiðar.