
Frá enda jarðarinnar rópi eg til Tín, meðan hjarta mítt ørmaktast.
Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg.
Sálmur 61,3Tað stendur ein stórur klettur uttan fyri eini gomul hús niðri í Rættará í Havn. Hann hevði einki annað navn uttan kletturin. Vit smádreingir, sum búðu har í grannalagnum, høvdu til frægd at klúgva uppá klettin. Um 60 ár eru liðin, men kletturin stendur hann framvegis – tignarligur, máttmikil og óbroyttur, hóast nógv er broytt rundan um hann.
Dávid brúkar klettin í myndatalu aftur og aftur – eisini í sálmi 61. Tað er ikki altíð, at tað koma ljósir tónar frá Dávidi. Tvørturímóti, hann er ofta hugtungur. Og í hesum sálmi sigur hann seg vera við “enda jarðarinnar” – hvar tað so er. Og hann kallar á Harran.
Dávid møtti á yngri árum einum kappa, sum var munandi størri enn hann sjálvur – nevnliga Goliat filistara. Og tá kláraði tann minni maðurin hin størra í navni Harrans. Men her er støðan ein heilt onnur – her hjálpa eingi vápn og menniskjalig styrki. Dávid kennir seg nú sum hin minna mannin, og andi hansara er merktur av máttloysi.
Viðhvørt kenna vit okkum, sum við enda jarðarinnar. Onkur viðurskifti á arbeiðsplássi, skúla ella í familjulívinum tyngja okkum. Og hetta førir til sálarligt og andaligt máttloysi. Og eins og Dávid treingja vit til nakað, ið er størri og hægri enn vit sjálvi.
Men Harrin sær okkum og veit um støðu okkara. Vit eru ikki einsamøll, hóast vit kenna tað so.
Um tú hyggur at hesum stutta sálmi, legg so til merkis, at Dávid byrjar við hugtungari bøn, men endar við at prísa Gudi. Trúgvin á ein Gud, sum hevur hildið honum uppi til dagin í dag, ger, at mótloysi gerst til lovsang. Harrin veitir honum nýggja styrki og kraft, og Dávid kann siga: “So skal eg til ævigar tíðir lova navni tínum og soleiðis dag eftir dag halda lyfti míni.”
Kennir tú teg, sum við “enda jarðarinnar,” so ger sum Dávid. Kalla á Harran – Hann ynskir at vera klettur tín, ið lyftir teg upp og heldur tær uppi. Hann kann broyta eitt neyðarkall til lovsang.
– Øssur Berghamar