Nú merkist tað væl, at myrkið og kaldi veturin eru komin. Dagarnir styttast og vit lata okkum í heitari klæði, tá vit fara útum. Uttanfyri følna bløðini og fleiri av trøunum, sum eg síggi higani úr vindeyganum, eru næstan ber.

Innaní merkja vit eisini tað tyngjandi myrkrið. Kanningar vísa, at umleið 5 prosent av øllum dønum gerast so tyngdir, at teir fáa vetrartunglyndi. Høvuðsorsøkirnar til hetta slag av tunglyndi eru myrkrið og kuldin hesa ársins tíð. Tí er ljós besta viðgerðin, sum kann lætta um vetrartunglyndi. Og tí gleðast vit eisini um øll ljósini, sum verða kveikt bæði inni og úti um jólini.

Ljós er kveikjandi, ja, lívgevandi. Tað veit náttúran kring okkum og tað merkja vit eisini innaní. Men andaliga sæð, er hetta eisini ein veruleiki. Jesus, heimsins ljós, varð føddur inn í okkara verð fyri at lýsa upp og geva menniskjum andaligt lív. Hann, sum er ”hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju”, kom inn í okkara andaliga vetur og tyngjandi myrkur.

Mong okkara hava tikið ímóti Jesusi og upplivað, at Hann hevur tikið okkum inn í hitan. Jesus hevur tikið okkum uppí Guds familju og givið okkum rætt til at verða Guds børn!

Onki ljós í hesum heimi hitar og kveikir sum Jesus, Ljós Heimsins! – Hevur tú loyvt Jesusi inn í títt lív? Tá ert tú komin út úr kuldanum og inn í hitan, úr myrkrinum inn í ljósið!

Niels Pauli Nónstein