
Í blaðnum hjá Kristnastovu, sum kom út í apríl, skrivaði Mariann Rios hesa grein. Mariann býr í Skovlunde saman við manni sínum Bardo Rios og teirra tveimum børnum. “So er nú ongin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru. Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans.” Róm. 8, 1-2.
Seinastu mánaðarnar havi eg lurta eftir talum úr Rómbrævinum, sum eg havi downloada á mobilina. Útlagt sera væl og skilligt – og tað hevur víst mær á stórar sannleikar um Gud og meg sjálva. Eg helt, eg visti nokkso nógv um Gud, áðrenn hendan kronologiska ferðin ígjøgnum Rómbrævið byrjaði. Havi sitið í tokinum á veg til ella frá arbeiði og gráti yvir Guds stóru náði og kærleika. EG MÁ SANNA, AT UM NAKAÐ GEVUR MEINING HER Í LÍVINUM, SO ER TAÐ AT KENNA GUD. Og eg gráti av gleði, tá eg merki, at Hann arbeiðir við mær og broytir meg. Tí eg KANN ikki gera tað sjálv. Eg eri eisini troytt av at royna í egnari styrki.
“Tað sum lógin ikki var ment at gera, við tað at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi jú Gud, táið Hann sendi Son Sín líkan syndigum holdi og fyri synd og dómfeldi syndina í holdinum, fyri at tað, sum lógin kravdi, skuldi verða fullgjørt í okkum – sum ikki liva eftir holdinum, men eftir Andanum.” Róm. 8, 3-4.
Gud hevur av nýggjum opnað míni eygu og víst mær á tann grundleggjandi sannleika, at tað andaliga lívið kann ikki livast uttan Heilaga Andan. Tað er fullkomiliga ómøguligt! Men hóast tað, eru vit fleiri, ið dagliga royna – ella hava roynt. Eg havi tørv á hjálp frá Heilaga Andanum hvønn tann einasta dag fyri at kunna sigra andaliga. Eg síggi fram til at dýkka longur í Rómbrævið og taka til mín fleiri sannleikar um lívið í Kristusi við hjálp frá Heilaga Andanum.