Ljósið skínur í myrkrinum

Ljósini glampa og glitra í skýmligum hølum á Ríkissjúkrahúsinum. Jólini nærkast – og, sum ein sjúkrasystir helt fyri, tá eg spurdi eftir ein føroyingi “det er jo en hyggelig tid.”

Og einki at ivast í, so gera fólkini í hvítum klæðum á sjúkrahúsinum sítt ítarsta fyri at sjúklingar skulu hava tað hugnaligt, hóast hetta ikki júst er staðið, sum føroyingar og onnur ynskja at vera um jóltíðir.

Men er tað ikki sjálv kjarnan í boðskapinum hesa ársins tíð: At júst til tey hjartabrotnu, veiku og sjúku kom Messias fyri at opinbera seg. Hann kom fyri at veita teimum vón, sum vóru stødd í myrkri og hjálparloysi. Og tað eru vit í veruleikanum øll uttan Kristus. Men Hann kom fyri at lýsa upp í náttini – og ger tað framvegis.

Og sum eisini vit tendra okkara smáu og stóru ljós í ljósu stovum okkara, syngja jólasangir og hyggja inn í tindrandi eyguni hjá børnum, sum spent og hugtikin pakka teirra gávur út – so latið okkum gleðast um, at Kristus kom. Hann kom fyri at opinbera seg fyri teimum, sum sita í angist og ótta, merkt av óvissu fyri tí komandi – men eisini okkum, sum eru signað við heilsu og góðum umhvørvi. Gleði hansara er ikki treytað av nøkrum ytri umstøðum, men hon er hjá øllum teimum, sum lata upp fyri Honum í hjartans gistingarhúsi.

Allar tíðindasendingar bera boð um, at vit liva í einari tíð, ið er merkt av ótta, ófriði og harðskapi. Men hetta kann ikki røra við tryggleika okkara, sum trúgva á Kristus. Hann er framvegis ljósið, sum skínur í myrkrinum og kann upplýsa hvønn myrkan krók á leið okkara.

Tað er í navni Kristusar vit heilsa vinum og kenningum hesa myrkastu tíð ársins. Tað er í navni Hansara vit fara inn í eina ókenda, komandi tíð. Og tó – hon er æviga trygg í Hondum hansara.

Øssur Berghamar