Í gjárkvøldið, 26. apríl kl. 23, fór Logos Hope av Klaksvík, og so er ein vitjan av, sum rættiliga hevur sett dám á oyggjarnar seinastu dagarnar.
Poul Johan Djurhuus sent okkum hesar reglur í samband við hesa forvitnisligu vitjan:
Logos Hope í Klaksvík
Sólin hevur skinið yvir Logos Hope og manningina hesar dagar og víst Føroyar frá síni vøkru og blíðu síðu. Tað var ein stór uppliving fyri manningina, tá skiparin gjørdi av at gera ein skjótan framsýningartúr inn á Skálafjørðin, áðrenn tað varð farið inn á Havnina.
Inn á Skálafjørðin
Veðrið var av tí allar vakrasta, tá Logos Hope stevndi inn á Skálafjørðin fríggjadagin klokkan 15.30 við 363 fólkum umborð umboðandi 45 ymisk lond. Skiparin hálaði nakrar ferðir í floytuna, sum hoyrdist um allan fjørðin, og skapti ein vælkomststemning. So sanniliga varð Skálfjørðurin brandaður í 45 ymiskum londum, minuttirnar tað tók at sigla inn um Skálabygd og útaftur.
Stór uppliving
Bæði vitjandi og manning hava havt eina góða uppliving – tey vitjandi hava upplivað skipið innanborað og manningin hevur upplivað lívið á landi. Uml. 6000 fólk hava vitjað umborð meðni skipið hevur ligið á Havnini, og rokna verður við, at nøkur 1000 vitjandi koma umborð í Klaksvík. Onkur helt, at man saknaði at síggja Norðoyingar umborð meðni skipið lá á Havnini. Vit skilja væl, um Klaksvíkingar og aðrir Norðoyingar, bíðaðu við at fara umborð til hon kom til Klaksvíkar. Tey, sum hava vitjað umborð, hava upplivað stóru bókasøluna, 7000 titlar, og hugnaligu caféina, har ymisk føroysk tónleikafólk hava spælt hugnaligan bakgrundstónleik, har ímillum MC Restorff og Jóannes á Váli.
Bókasølan
Bøkurnar í bókasøluni eru bæði góðar og bíligar. OM felagsskapurin er ikki áhugaður í at fáa vinning av bókasøluni, men heldur at spreiða kunnleika og vitan ímillum fólki. Mangur hevur hesar dagarnar gjørt sær deilt av bíligu bókunum, tí fleiri hava sæð bæði prestar og leikmenn, sum eru farnir væl nøgdir av skipinum við fullum beriposum av bókum, sum allarhelst fer at hoyrast aftur í talum og prædikum í bæði kirkjum og samkomum um alt landið. Er tað so, at vitjanin, ígjøgnum bókasøluna, kann verða ein stimbran fyri undirvísingina í føroyska samkomu- og kirkjuhøpinum, so hevur bókasølan fingið stóran “vinning.”
Model av bjargingarbáti
Tað fyrsta, sum vitjandi síggja, tá tey koma umborð, er eitt stórt model av einum bjargingarbáti við bekkum, har eini 50 fólk kunnu sita. Frammi á bógnum er ein skýggi settur upp og har verður, uttan steðg, ein kunnandi stuttfilmur sýndur um Logos Hope. Fólk verða uppmuntraði at síggja filmin, áðrenn tey fara víðari, tí filmurin gevur eina góða mynd av hvat OM-felagsskapurin og Logos Hope standa fyri.
Rundvísing
Tað er væl fyriskipað umborð. Tey, sum vilja fáa eina rundvísing kunnu venda sær til ein disk, har fólk er til reiðar at vísa skipið fram. Flestu føroyingar hava siglt við gomlu Norrønu, men tá ein kemur umborð og verður vístur runt, so má ein sanna, at nokk er hon Gamla Norrøna uttaná, men innanborða er hon fullkomiliga broytt, sum leiðarin, Mike Hay, segði, undir móttøkuni í Havn, at innanborða er Gamla Norrøna bæði “umvend og endurfødd.”
Tá ein hevur verið runt á skipinum og eisini vitja í stóru bókasøluni, og vorðin troytur, ber til at seta seg inn í caféina, sum bæði er rúmlig og hugnalig. Har ber til at keypa kaffi, te ella kakao og okkurt afturvið, fyri ein ikki so dýran penga, samstundis sum ein kann lurta eftir avslappandi og hugnaligum bakgrundstónleiki, og fáa eitt gott prát við onkran av manningini, tí er tað nakað, sum manningin umborð á Logos Hope ynskir, so er tað at koma í samband við fólkið á staðnum.
Til Klaksvíkar
Kl. 15.00 fríggjadagin fór Logos Hope av Havnini við kós ímóti Klaksvíkini. Á veg til Klaksvíkar stevndi hon inn á Gøtuvík. Hetta var tó ikki so løgið, tí yvirstýrimaðurin, Trúgvi Petersen, sonur Asloug og Páll Petersen, er føddur og vaksin upp í Norðagøtu. Trúgvi er giftur við Bjartu, sum er dóttur Helen og Eyðun Joensen í Saltangará. Tey eiga tvey børn og hava verið við OM í fleiri ár. Tey verða tað næsta árið umborð á Logos Hope. Trúgvi sigur, at tað var eitt gott upplivilsi fyri seg at sigla inn ímóti síni barndómsbygd og heilsa bygdafólkinum við skipsfloytuni. Yvir hátalarnar umborð kundi Trúgvi greiða manningini frá bygdini, fjørðuni og víkini har hann spældi, sigldi og fiskaði sum smádrongur.
Tað var ein flott sjón, tá Logos Hope kom inn um Klakkin og stevndi inn á víkina í fylgi við flaggskrýdda trúboðaraskipinum Juvel II. Logos Hope liggur við bryggju á Norðborg, har hon kemur at liggja til eftir miðnátt sunnukvøldið. Sunnukvøldið kl.23.00 verður farvælløta á keiini. Nógv vinarbond verða knýtt undir eini slíkari vitjan, so tað verða nokk nøkur tár, sum koma at liggja eftir á Norðborg, tá skiparin hálar í floytuna og seinastu ljósini hjá Logos Hope eru farin um Klakkin.
Móttøkan
Ein tíma áðrenn skipið skuldi koma til kei kom eitt grátt skýggj yvir býin og tað fór at oysregna, men tá móttøkan skuldi byrja sleit tað í og eitt sólareyga hugdi yvir Norðborg hesa løtuna. Býrðáðið hevði gjørt nógv burturúr at fyrireika løtuna. Ein flaggskrýddur pallur var settur upp, har eisini røðarapallurin var. Tá skipari og yvirmenn og fólk í ymiskum tjóðarbúnum høvdu stilla seg í paradu á keiini, vórðu túsundavís av bállónum sendar upp, sum ein vælkomstheilsan til manningina.
Hóast veðrið hevði hug at drilla, so møttu Norðoyingar væl upp á keiuni, saman við Klaksvíkar hornorkestur. Varaborgarstjórin, Jógvan Skorheim, leiddi móttøkuna. Mike Haye, sum er leiðari umborð, og Skiparin, høvdu hvør sína stutta heilsu til fólkið, og tvær fittar Klaksvíksgentur handaðu teimum hvør sítt blómutysi. Síðani hevði borgarstjórin, Gunvá við Keldu, eina góða og trivaliga røðu. Ein kundi greitt hoyra, at her stóð ein persónur, sum vitsti hvat tað er fyri fólk, sum hon bjóðaði vælkomnum til sín bý. Í taluni kom hon inn uppá trúboðaraslóðbrótaran David Livingstone. Eisini nevndi hon stovnaran av OM-felagsskapinum, George Werver, hvussu hesin kom til livandi trúgv á Jesus Kristus á einum Billy Graham møti, og at tað er ávøksturin av hesum persónliga umvendilsi, sum vit njóta gott av í dag.
Varaborgarstjórin sluttaði móttøkuna við bøn, og vit kunnu ikki annað enn yvirgeva skip og manning í Guds hendur, og at Hann vil lata vitjanina verða býi og landi til signing.
Jú sanniliga hava tað verið góðar og hugnaligar løtur umborð á Logos Hope inntil nú, og skipari, manning og fyrireikarar bjóða fólki at vera hjartaliga vælkomin umborð at vitja meðni skipi liggur í Klaksvík, sum er opið hvønn dag til kl. 23.00.