
Skamt frá irakiska býnum Mosul liggja leivdirnar av forna staðnum Nineve. Tað var hagar profeturin Jónas varð sendur við einum boðum frá Gudi hinum alvalda. Søgan er kend. Jónas aktaði ikki, men royndi at koma sær so langt burtur frá Nineve sum gjørligt. Í havnarbýnum Joppe fann hann sær eitt havgangandi skip og fór umborð. Men Harrin var eftir honum, lat skip og manning koma í havsneyð, fyri at fáa Jónas at akta. Eftir at vera kastaður í havið og síðani hildin á lívi í búkinum á einum fiski, eydnaðist tað Gudi at enda at fáa treiska profetin at venda nøsini eystureftir móti Nineve.
Komin til Nineve bar Jónas fram síni ørindi: “Um fjøriti dagar verður Nineve lagdur í oyði”! Til hansara ræðslu tóku ninevefólk við boðskapinum og vendu um frá syndum sínum. Og ikki bara tað: Harrin hin miskunsami og náðiríki vísti ninevemonnum náði so býurin gekk ikki til grundar!
Hóast hann sjálvur hevði uppliva Guds bjarging og náði, tá fiskurin kom og bjaraði honum undan at drukna, gjørdist Jónas í øðini inn á Harran. Billa sær inn at vísa hasum terroristunum náði! – Henda reaktiónin er ikki heilt ógrundað, tí nýassýriska ríkið var á Jónasar døgum byrjað at gera um seg á hernaðarliga víðvøllinum. Assýrar vórðu tiltikin bølmenni og óhugnaliga harðrendir í kríggi. Og Jónas hevur valla verið óvitandi um hetta.
Jónas var nationalistur um ein háls. Eftir hansara tykki var Harrin Gud Ísraels! Tað var jú við Ísrael, at Harrin hevði gjørt sín sáttmála, og tað vóru ísraelsmonnum og ikki assýrum, Harrin átti at taka sær av.
Tað er týðuligt at Jónas fór skeivur – tað er júst boðskapurin í Jónasarbók: Harrin elskar at vísa teimum náði, sum ikki hava tað uppiborðið! Hann ynskir at ónd menniskju skulu venda um og fáa synd sína fyrigivna! Og profeturin vitsti tað eisini sjálvur innast inni. Men hjarta hansara var runnið í stein: Harrin er okkara! Hann eigur ikki at víst okkara fíggindum nakra náði!
Man boðskapurin í Jónasarbók enn vera viðkomandi? Man Harrin framvegis ynskja at vísa óndum menniskjum, býum og samfeløgum náði? Og ynskir tú, at syndarar venda um og verða bjargaðir?
Niels Pauli Nónstein