Navn Hans er Undurfult

– ein sangur, skrivaður um jóltíðir 1955
Nógvir sangir hava sína søgu, eisini stutti, men vakri sangurin “Navn hans er undurfult”, sum vit mangan syngja á møtum okkara. Hann er skrivaður av amerikansku sang- og tónleikakvinnuni Audrey May Mieir, sum livdi í tíðarskeiðnum 1916 til 1996.
Audrey May Mieir var ein virkin kvinna innan andaligan sang í USA, sum bæði skrivaði sangtekstir og løg.

Undir einari jólagudstænastu í 1955 sat hon og lurtaði eftir nøkrum børnum, sum framførdu ein leik. Hetta hugtók hana, og tá ið so pastorurin fór at lesa profetiorðini úr Esaias 9, 6 “Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.”, varð hon so upplyft í sínum anda, at nýggir tónar komu vellandi fram saman við orðunum út frá hesum teksti. Fyrri partur av sanginum “Navn hans er undurfult” var festur niður á blað og sungin longu á kvøldmøtinum sama dag, meðan restin varð skrivað seinni.
Tað eru mong ár síðani Flóvin Tyril týddi sangin til føroyskt við hesum teksti:
 
Navn hans er undurfult –
:,: navn hans er undurfult. :,:
Jesusar navn.
Hann Veldiskongur er, alheimin uppi ber.
Navn hans er undurfult –
Jesusar navn.
Hirði so góður, ein klettur um ævir,
alveldis Gud hann er.
Ær, tilbið Sonin, níg fyri honum.
Navn hans er undurfult –
Jesusar navn.
 
Esaias 9,6 og nøvnini, sum verða knýtt til Messias, eru undirtónin í hesum tilbiðingarsangi, sum man hava verið sungin øll árini, síðani Kristnastova byrjaði – og framvegis verður sungin.

Øssur