
Í seinasta Sendiboði stóð oddagrein eftir Páll Poulsen, har hann eisini introduseraði eina bíbliulestrarætlan, sum nú er at fáa í Kristnastovu. Greinin kann lesast her:“Hon lærdi meg at elska Guds Orð”
Tað segði Stefania í Kunoy um Agnas í Gerðum í einum vitnisburði í Zarepta. Fólk í samkomuni í Betesda í Klaksvík kenna hesar báðar trúgvandi kvinnurnar, og kunnu bæði síggja og hoyra tær fyri sær, hóast fleiri ár eru liðin, síðani tær fóru heim til Harran. “Eg havi gleði mína í boðum Tínum, sum eg elski.” Sálm. 119.47. Tær báðar – og mong onnur við teimum – livdu hetta sum ein veruleika í teirra lívi. Hvør eitt ummæli at fáa! Hvør ein vitnisburður! Lærdi ein annan at elska Guds Orð! Tað fær okkum at seta okkum hesar rannsakandi spurningar: Havi eg lært at elska Guds Orð? Havi eg lært onnur at elska Guds Orð?
At elska Harran og elska Orð Hansara eru nær tengt at hvørjum øðrum. At siga ella halda, at vit elska Harran, men leggja lítið í Orð Hansara er mótsigandi. Harrin sigur sjálvur í Jóhs. 14.23-24: “Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum. Tann, ið ikki elskar Meg, heldur ikki orð Míni, og orðið, tit hoyra, er ikki Mítt, men Faðirsins, sum hevur sent Meg.”
18. mars, 1767, skrivaði fyrrverandi gudsspottarin, trælahandlarin og trælaflutningsskiparin John Newton í einum brævi: “Tess meiri tú kennir Hann (Kristus), tess meiri lítur tú á Hann. Tess meiri tú lítur á Hann, tess meiri fert tú at elska Hann. Tess meiri tú elskar Hann, tess betri fert tú at tæna Honum!” Annars – 21. mars í ár vóru 260 ár liðin, síðan John Newton kom til umvendingar. Tað eru í ár 250 síðan hann byrjaði at prædika, og 235 ár síðan hann – sum sín vitnisburð – skrivaði sangin “Amazing Grace”!
Meg minnist sum blaðungur trúgvandi – mundi vera millum 16 og 17 ára gamal – at Eliesar á Bókhandlinum, kom yvir móti mær í gongini í Betesda. Eg haldi, at kórið hevði sangvenjing tað kvøldið. Stillisliga, eitt sindur inntonktur og fjarur, setti hann mær spurningin: “Tú! Lesur tú nógv í Bíbliuni?” Eg svaraði ja, og bæði helt tá og haldi framvegis, at eg las nógv ta tíðina.
Óli á Grømma las nógv í Gamla Testamenti. Hann og mamma plagdu at seta hvør øðrum spurningar úr Gamla Testamenti at vita, um hin visti, hvar tað stóð, hvør segði ella gjørdi. Eg kundi ikki fylgja teimum báðum. Mær dámdi betur Nýggja Testamenti. Eg lærdi meg heilar kapitlar og brøv uttanat. Í langar tíðir las eg líðingarsøgu Jesusar hvønn leygardag sum fyrireiking til breyðbrótingina sunnumorgun.
Tað var ein signað tíð í Betesda um hetta mundið. Vit vóru øll í einum umhvørvi, har dentur varð lagdur á Guds Orð. Tá eg kom til trúgv saman við mongum øðrum í 1961, høvdu teir tveir serligar flokkur fyri nýfrelstum, har vit gjøgnumgingu tvey donsk hefti, sum kallaðust “Elementere sandheder i den kristne tro”. Tá hesir vóru lidnir, var eg “forfremmaður” til ein bíbliuflokk, sum var hildin í køkinum í Betesda. Eg minnist enn væl Julius á Viðareiði, Elieser Poulsen og Kaj Johannesen og aðrar, sum nú eru heima hjá Harranum. Jógvan í Løðuni, sum lærdi hjá Torbjørn Marstein, legði fyri og las 1.Tim. kap. 1. Eg hoyri hann enn stama av og á, sum hann las kapittulin upp, og segði nøkur innleiðandi orð. So tóku hinir yvir. Hetta gjørdi, at eg altíð havi havt serligan tokka til Timoteusarbrøvini.
Tað er ein stór gleði at hava frásagnir frá summum av føroysku bíbliutýðarunum úti í heimi í hesum blaðnum. Somuleiðis er ein bíbliulestrarætlan til øll í húsinum. Nøkur systkin góvu eina eyka stóra gávu um ársskiftið, so eg helt, at hon skuldi brúkast til okkurt serstakt – at stuðla fólki at lesa bíbliuna regluliga. Tí er ein bíbliulestrarætlan í blaðnum til øll í húsinum. Gerið so væl! Góðan matarlyst! Og væl gagnist!
Páll Poulsen