Vit eru farin inn í eitt nýtt ár við nýggjum avbjóðingum. Kanska hetta gevur okkum øllum høvi at steðga á og seta okkum sjálvum nakrar kritiskar spurningar.
Tað er væl hetta, sum høvundurin av Sálmi 119 gjørdi, tá hann sigur í vers 59: “Eg granskaði vegir mínar gjølla og stýrdi fótum mínum aftur til vitnisburðir Tínar.”
Eg loyvi mær at skjóta upp, at vit øll – meðan teldan og sjónvarpið er sløkt –
umhugsa hesar spurningar:
- Hvar eri eg staddur í trúarlívi mínum ídag?
- Hvat pláss hevur bønin og Orð Guds í gerandisdegi mínum?
- Eri eg ein stuðul í tí samkomu, eg standi í?
- Hevur kristindómur mín meira við mína fortíð at gera – og minni við mína
nútíð og framtíð at gera? - Havi eg samfelag við Jesus og børn Hansara – ella trívist eg alt ov væl í øðrum “selskapi”?
- Hevur kristinlív mítt eina skuggasíðu, sum hóttir mín vitnisburð?
- Haldi eg fram á núverandi kós, hvat endar tað so við?
- Skal ein broyting fara fram, hvørji stig eigi eg so at taka?
Umhugsa hetta, og tørvar tær endurnýgging í andaliga lívinum, so les fyrsta kapittul av fyrsta Jóhannesarbrævi, kap. 1 og søk Harran um hjálp til at byrja av nýggjum. Í nógvum førum kann tað eisini vera gott at luta hugsanir okkara við ein bróðir ella eina systir – sum kann biðja fyri og saman við okkum.
Øssur