Nýggjar umstøður og avbjóðingar

Tað kostar at flyta úr einum landi í annað. Ikki bara í peningi, men eisini orkuliga. Tað er eitt rimmar tak, men góðir vinir og 3×34 (ella onnur flutningsakfør) hjálpa okkum við teimum tyngstu byrðunum, so vit kunnu koma upp á pláss.

Men flytingin kann stundum slíta upp á sál og sinn, tað er einki at ivast í. Nýggjar umstøður, nýggj fólk, vit skulu hava nýggjan lækna og tannlækna, vit skulu á fólkayvirlitið, skattaskriv-stovuna, banka – og soleiðis kundi eg hildið fram.
Hetta er tað okkara nýggju útisetar fara í gjøgnum á hvørjum ári, tá tey koma niður til Danmarkar at lesa. 
Í ár skilji eg tey kanska betri enn í mong ár, tí sjálvur eri eg fluttur úr Keypmanna-havn og út í Ganløse at búgva. Og tað kennist næstan sum at flyta úr einum landi til eitt annað. Tað kostar at flyta bæði so og so.

Men tað kann eisini vera spennandi at flyta inn í eina nýggja tilveru. Væl at merkja, um hetta er lið í einari menning av lívi okkara. Hetta, at vit kunnu byrja á einum nullpunkti, andaliga og tímiliga. Vit kunnu spyrja: Harri hvat er tað, tú vilt mær í hesum umstøðunum? Ella – Hvussu skal eg innrætta mína tíð nú? Ella – Eru tað nøkur av nýggju kenningum og grannum mínum, sum tú ynskir eg skal vera nakað fyri?”

Nýggjar umstøður – nýggjar avbjóðingar. Umráðandi at vit grípa møguleikarnar við einum røttum anda og sinnalagi. At vit hugsa um hetta sum eina nýggja avbjóðing – og ikki parkera okkara andaliga lív onkunstaðni í myrkrinum. Vandin kann vera at vit fara í tómgongd, sum í veruleikanum merkir afturgongd. Í staðin fyri at vaksa, mennast og búnast.

Heilsan Paulusar til samkomuna í Filippi (Fil. 1,6) er, at “Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krist.” Harrin hevur sett sær fyri at fullføra sítt verk í tær og mær, og tað er í sjálvum sær stórt. Men spurningurin má so vera, um eg og tú vilja samarbeiða við Hann, sum ynskir at leiða og bera okkum í nýggju umstøðum okkara.

ØB