
Leygardagin savnaðust 90 føroyingar á Kratholmskúlanum í Odense. Har vóru føroyingar úr øllum landinum og í øllum aldri.

Leygarmorgunin 7. mars var ein morgun, sum flest aðrir morgnar, vekjarin ringdi og man hugsaði, er tað longu tíð til at byrja ein nýggjan dag, men so rann einum í hug, at tað var í dag, at Odense stevna var.
Komin til Odense standa 5 morgunfrísk fólk frá Amager uttanfyri Kratholmskúlan, syngja, dansa og eru í góðum lag. Sum vit koma inn, stendur ein glaður Árni Helmsdal og bjóðar vælkomin. Ein lítil løta gongur, og vit verða boðin til borðs.
Í køkinum hava tey dekkað eitt sjálvtøkuborð við øllum góðum. Turr grind, eplir, spik, turrur fiskur, skerpikjøt, laksur, heitt livurpostei, tertur og mangt annað gott. Fyri at citera ein av lutakarunum “meira føroyskt enn í Føroyum”.
Aftaná hevði Jógvan Zachariassen tveir bíbliutímar um “náði og fyrigeving”.
So var nátturði á skránni og nú høvdu kokkarnir í Odense spílað seg út. Seinni um kvøldið var tónleikacafé, har fleiri úr Kristnastovu luttóku og Jógvan spældi nøkur løg á fagottini. At enda sungu vit “Einki er sum summarkvøld við strendur” við fagott og violin undirspæli.
Stevnan var komin at enda og ein kundi hyggja aftur á dagin við gleði um at hava verið við.
Fleiri myndir frá stevnuni eru at síggja undir “myndir”.