Ófatiliga nógv orð!
Kundi verið stuttligt at funnið uppá ein orðteljara, sum kundi talt tey orð, vit verða rakt av dagliga innan- og uttanífrá. Har høvdu verið nógv, og har høvdu vit fingið nógv at vita.Summi orð verða hangandi longri enn onnur – summi virka í okkum og ávirka okkum meir enn onnur.
Onkuntíð hitta vit fólk, sum hava ónd orð í skjáttuni, og hesi orð seta seg kanska á serligan hátt føst; tey eru ikki til gagn, og vit missa kanska mótið (og lívsmótið) av teimum. Slík orð eru oftani ikki serliga løtt at skupla út, og vit mugu royna at finna onnur orð í staðin.
Vit treingja til øðrvísini orð – orð sum koma aðrastaðni frá. Orð um náði, kærleika og signing.
Somuleiðis vita tit, hvussu vit ámintu hvønn og ein tykkara, eins og faðir børn síni, og løgdu tykkum á hjarta og vitnaðu fyri tykkum, at tit máttu liva Gudi verdiga, sum kallaði tykkum til ríki Sítt og dýrd Sína.
Og tí takka vit eisini uttan íhald Gudi fyri, at táið orð Guds, sum vit prædikaðu, kom til tykkara, tóku tit við tí, ikki sum menniskjaorði, men sum orði Guds – sum tað sanniliga eisini er! – Tað vísir eisini kraft sína í tykkum, sum trúgva! (1. Tess. 2:11-13)
Men hava vit ikki nokk av orðum? Okkum leingist eftir meira enn orðum. Livandi orðum. Livaðum orðum.
Jesus segði nógv orð; men hann var eisini Orðið. Gjøgnum fundir við Jesus fingu fólk hesi øðrvísini orðini sum náði, kærleika og signing ikki bara inn undir húðina, men eisini í hjartað – og tað broytti og skuplaði tramanskap út.
Við hvørjum eygnabragdi hitta vit fólk? Er Orðið so livandi í okkum, at fólk hava hug til at koma á fund? Hava vit broytandi orð til teirra, vit hitta gjøgnum dagin?
Gjøgnum tann vit eru, gjøgnum orð og lív okkara kunnu vit geva hvørjum øðrum nýggja trúgv, nýggja vón og nýggjan kærleika.
– Árni Helmsdal