
Eftir at filmurin The Passion of the Christ hjá Mel Gibson kom fram, skrivaði kendi prædikumaðurin John Piper eina bók, sum nevnist The Passion of Jesus Christ. Bókin er ivaleyst ætlað teimum, sum hava sæð filmin og sum so sita eftir við spurninginum: Ja, men hví skuldi hann líða so og doyggja? Eitt av svarunum í bókini – og í Bíbliuni – er: Jesus leið og doyði fyri at reinsa okkum ringu samvitskuna!
Vit kenna øll til at hava ringa samvitsku. Henda kensla er so gomul sum menniskjan er gomul. Tað byrjaði tá Ádam og Eva vóru Gudi ólíðin. Tá kom syndin inn og hevur síðani tá oyðilagt frá sær – bæði útvortis og innvortis.
Útvortis oyðilegði syndin fyrst og fremst viðurskiftini millum Gud og menniskjað. Samtalan slitnaði og skilnaður kom inn. Mennniskjan krógvaði seg fyri Gudi og Gud rak tey at enda burtur frá sær. Síðani fór harmoniska tilveran millum Ádam og Evu av lagi og endaði í briksli og skuldsetingum. Invortis setti syndin eisini síni spor. Fyri fyrstu ferð skammaðist menniskjan við seg sjálva, við sín egna nakinleika. – Og ringa samvitskan hevur fylgt okkum síðan!
Í øldir bóru jødar fram offurdýr og tváaðu sær við ymiskum tváttum fyri at reinsa seg. Hetta var ein fyriskipan, sum Gud hevði givið teimum, hóast hon ikki var endalig. Hesi offur og halgisiðir reinsaðu tey útvortis, og soleiðis kundu tey vera, sum danir siga, ”på tålt ophold” hjá Gudi. Men hin ringa samvitskan tyngdi tey framvegis, tí syndin var í veruleikanum ikki goldin og fyrigivin.
Hetta broyttist alt, tá Jesus kom, leið og doyði. Hebrearabrævið sigur, at offringarnar ”eru holdligar (tvs. útvortis) fyriskipanir” (9:10), har blóðið ”við at vera slett á hini óreinu – halgar til útvortis reinleika” (9:13). Men Jesusar deyði kann nakað, sum hinar offringarnar ikki kundu: Hansara blóð kann ”reinsa samvitsku tykkara” (9:14)!
Spurningurin er so nú: Hevur tú sett títt álit á Jesus Kristus, at Hann doyði fyri teg – fyri at reinsa tína ringu samvitsku?