
At ganga til eksamiu er strævið! Tað er strævið at skula sita og terpa til tær ymisku royndirnar. Og tað er krevjandi fyri ikki at siga ræðandi at sita til eina roynd, har ein lærari og ein sensor sita og meta um, hvussu væl eg dugi og hvønn karakter, eg átti at fingið.
Hóast nógv er strævið og óhugaligt við at ganga til royndir, so er kortini eitt gott við hesum royndunum í skúlanum: Tað ber til at standa royndirnar! – Sjálvt um man kanska upplivir at dumpa onkra av royndunum, so ber til at fara upp av nýggjum og standa royndina seinni.
Eg minnist enn, hvussu onkur lærari plagdi at siga nakað soleiðis: “Tit eru sloppin inn á henda lesturin, tí vit meta, at um tit gera tykkara skyldu standa tit royndirnar.” Og hetta skundaði undir, so at eisini eg royndi at gera mítt besta fyri at standa royndirnar.
—
Um vit eru greið yvir tað ella ikki, so hava vit øll verið til “roynd” hjá Gudi – og dumpað! Bibelen på hverdagsdansk sigur tað soleiðis: “Vi har jo alle svigtet og lever ikke op til Guds høje standard” (Róm 3:23). Og trupulleikin er ikki bert, at vit ikki megna at liva upp til Guds standard. Hin meir ræðandi trupulleikin er, at vit hava drigið guddómmiliga vreiði og revsing yvir okkum við at synda ímóti Skaparanum.
Revsingin fyri synd er andaligur deyði, ella glatan, sum Bíblian eisini kallar tað. Avleiðingarnar av at dumpa til Guds roynd eru tískil sera álvarsamar. Hinvegin, so er alt ikki vónleyst, tí Gud hevur sjálvur loyst spurningin.
Í og við Jesu deyða tók Gud á seg sjálvan okkara skuld og revsing. Jesu deyði er blivin grundarlagið undir Guds bjargingarætlan. Tað er grunda á Jesu deyða fyri meg, at Gud kann rættvísgerða ella fríkenna meg. Og hesa rættvísgerðing ella fríkenning fái eg frá Gudi, tá eg lýti meg yvir á Jesus og trúgvi at hann doyði fyri meg.
Hevur tú nakrantíð trúð á Jesus og litið teg yvir á hann?
Niels Pauli Nónstein