Serligur dagur í Kristnastovu

Í dag var ein serligur dagur í Kristnastovu, tí í dag rundaði Øssur Berghamar 80 ár. Á møtinum kundu vit, sum so mangan, hoyra eitt lívgandi orð frá føðingardagsbarninum sjálvum – hesa ferð úr Sálmi 73. Aftaná møtið kundu vit saman njóta ein trivaligan drekkamunn við m.a. føroyskum viðskera og lagkøkum. Eisini vóru fleiri føðingardagsheilsanir bornar fram til Øssur.

Øssur og Susan byrjaðu arbeiðið í Kristnastovu fyri skjótt 49 árum síðan, og harvið hava tey búð størsta partin av lívi teirra í Danmark. Øssur er tó framvegis føroyingur við stórum F og hevur stóran alsk til Føroyar og føroyska málið. Størsta kærleikan hevur hann tó til sín Harra og Frelsara, sum hann trúliga hevur valt at tæna saman við Susan. Øssur hevur ríkað okkum við eini ørgrynni av sangum og løgum, sum hava styrkt okkum andaliga í nógvum ymiskum lívsumstøðum. Ímillum nógvar aðrar av teirra tænastum, hava mong eisini havt gleði av, at Øssur og Susan í fleiri ár hava vitjað føroyingar, sum eru komnir niður í sjúkraørindum, og havt andaktir á Hotel Tórshavn. Hóast Øssur hevur fleiri ár á baki enn tey flestu av okkum í Kristnastovu, so “blendar” hann væl inn við sínum unga, fríska og skemtiliga sinni. 😃

Góði Øssur

Vit vilja ynskja tær hjartaliga til lukku á 80-ára degnum! Takk fyri umsorganina, sum tú og Susan hava havt fyri okkum útisetum hesu mongu ár – og til dagin í dag! Harrin signi teg og tænastu tykkara ríkliga í enn ókomnum døgum. ❤