Sjey spurningar til Arnvør á Torkilsheyggi.Fakta:
Navn: Arnvør Martinsdóttir á Torkilsheyggi
Aldur: 30 ár
Heimbýur/bygd í Føroyum: Skáli
Arbeiði/lesnaður: Humanistiske basisstudier á RUC
Spurningar:
1. Nær komst tú til trúgv á Jesus?
Mamma mín er trúgvandi og hevur altíð fortalt mær um Jesus. Eg minnist, at eg altíð havi trúð og havi biðið til Hann um alt møguligt. Eg bleiv tó meira greið yvir frelsuverkið, tá ið eg var 9 ára gomul og systir mín greiddi frá, hví Jesus ynskti at – og mátti – doyggja fyri meg.
2. Er tað okkurt vers í bíbliuni, sum hevur verið til serliga signing fyri teg?
Fil. 4:6: “Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!”
3. Nevn ein av tínum yndissangum – og hví tær dámar hann serliga væl?
Haldi, at tað er trupult at nevna ein yndissang, kanska tí, at teir eru nógvir. Tó vil eg taka ein sang fram, ið hevði stóra ávirkan á meg eitt ávíst tíðarskeið. Sangurin er: “Watch the Lamb” hjá Ray Boltz.
4. Hvat leingist tú serliga eftir í Føroyum?
Náttúru – høg, grøn fjøll og kaldar, klárar áir. Og so sjálvandi røstum kjøti og fiski 🙂
5. Ætlar tú at flyta aftur til Føroyar?
Ja, vóni tað. Vit ynskja, at børnini í so stóran mun sum gjørligt vaksa upp í Føroyum. Men um eg skal verða liðug við lesnaðin, fara nøkur ár at ganga afturat, áðrenn vit flyta. Her skal eg so leggja afturat, at okkum dámar væl at búgva á Amager.
6. Hvønn søguligan persón hevði tú viljað hitt?
Símun Pætur, lærisvein Jesusar. Fyri tað fyrsta, tí at hann upplivdi Jesus sum menniskja. Fyri tað næsta, tí at hann uppá ein líkafram og erligan hátt virkar sympatiskur. Fyri tað triðja, tí at eg fegin vil hoyra hann fortelja um spennandi tíðarskeiðið, táið fyrstu samkomurnar blivu stovnaðar.
7. Hvønn týdning leggur tú í orðini – “Tann ið trýr hevur ævigt lív”?
Heimurin hevur trupult við at finna definitiónina uppá “lív”. Vit kenna hana, tí Bíblian sigur, at Jesus er lívið. Eg kann hava løtur, har eg føli meg “livandi”. Tá royni eg at hugsa, at tað er ein skuggi av tí, ið skal koma, tá ið eg í allar ævir sleppi at vera saman við Honum.