Sjey spurningar til Niels Paula NónsteinFakta:
Navn: Niels Pauli Nónstein
Aldur: 34
Heimbygd í Føroyum: Hvalba
Arbeiði: Fyristøðumaður í Kristnastovu
Spurningar:
1. Nær komst tú til trúgv á Jesus?
Eg veit ikki rættiliga. Fyrstu ungdómsárini var eg ofta bangin fyri tankanum um Jesu afturkomu, tí eg ivaðist, um eg hevði verið tikin við. Ofta tordi eg ikki at leggja meg, áðrenn eg fleiri ferðir hevði biðið Gud um fyrigeving og bjarging. Eg var um 14 ár, tá eg fyrstu ferð fortaldi øðrum, at eg trúði á Jesus. Eftir hetta føldi eg tað sum, at Gud gav mær ein yvirnáttúrligan frið í hjartað.
2. Er tað okkurt vers í bíbliuni, sum hevur verið til serliga signing fyri teg?
Róm 2:23 slær fast, at “øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds.” Men so koma ótrúligu orðini: “og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara…”! – Fyri onki! Tað er fantastiskt!
3. Nevn ein av tínum yndissangum – og hví tær dámar hann serliga væl?
Tá eg hoyri sangin “Lord, I lift your name on high” minnist eg aftur á eina sera góða tíð saman við vinum á sokallaða “Munkagrunninum” á Strynøgade.
4. Er tað onkur bók sum (bíblian undantikin) hevur havt serstakan týdning fyri teg?
Fleiri hava havt stóran týdning, men lat meg nevna eina ævisøgu. Tá eg las sjálvsævisøguna hjá Billy Graham, “Just As I Am”, hugsaði eg: “Um Gud kann gera so nógv ígjøgnum ein mann, so kann hann í øllum førum gera okkurt gjøgnum meg!”
5. Hvørji góð ráð vilt tú geva teimum, sum koma niður til Danmarkar?
Líka mikið hvussu stórum trýsti títt andaliga lív liggur undir, og líka mikið hvussu nógv tú ivast um ymiskt andaligt – gevst ikki at biðja og søkja Gud, gevst ikki!
6. Hvønn søguligan persón hevði tú viljað hitt?
Heimssøgan er full av sera áhugaverdum persónum, og eg kundi hugsa mær at møtt fleiri teirra. Men nú tað í ár eru 200 ár liðin síðan bretska parlamentið bannaði trælahandlinum, kundi eg hugsa mær at hitt William Wilberforce. Umleið 20 ár gingu, áðrenn parlamentið lurtaði eftir honum og steðgaði trælahandlinum.
7. Hvønn týdning leggur tú í orðini – “Tann, ið trýr, hevur ævigt lív”?
Eg skilji orðini sum eitt lyfti, sum Jesus gevur øllum, ið geva seg sjálv – sítt lív og lagnu – í hansara hendur. Gera vit tað, lovar hann, at geva okkum lív í fullastu og djúpastu merking – bæði í hesi verð og tí teirru komandi.