Sjey spurningar til Ragnhild í Skorini.Fakta:
Navn: Ragnhild í Skorini
Aldur: 24 ár
Heimbýur/bygd í Føroyum: Eiði
Arbeiði/lesnaður: Civilingeniør i Medicin og Teknologi
Spurningar:
1. Nær komst tú til trúgv á Jesus?
Eg veit ikki akkurát nær. Haldi at eg altíð havi trúð, men á 10 ára leguni á Zarepta spurdi leiðarin meg, um eg trúði á Jesus, so har tók eg eina endaliga støðu hesum viðvíkjandi.
2. Hvat setur tú prís uppá, tá tú kemur í Kristnastovu?
At kunna tosa føroyskt og at fáa andaliga føði á føroyskum. Tað er deiligt at kunna kobla úr allari tí donsku undirvísingini, sum ein hevur fingið gjøgnum vikuna, og verða undirvístur á føroyskum.
Tað hevur eisini sera nógv at siga at møta fólki, sum ein ikki hevði komið at kent, um man var í Føroyum.
3. Nevn ein av tínum yndissangum – og hví tær dámar hann serliga væl?
“Blóðið, sum rann” sum Jan Honningdal hevur yrkt og Justinus Eliassen hevur umsett. Sum orðini siga, so fortelur hann hvussu nógv Jesus skuldi ígjøgnum fyri meg. Hvussu kunnu vit annað enn takka Honum fyri alt sum hann hevur gjørt og ger.
4. Hvat leingist tú serliga eftir í Føroyum?
Familjuni, og serliga føroysku mentanini. Mær leingist ikki serliga nógv, men eg leingist tó eftir nøkrum tingum. Tað at heilsa upp á fólk, tá man gongur á gøtuni. “Tað gongur nokk” mentanina. Eg haldi eisini at tað ofta kann blíva ov nógv av tí góða, at altíð ganga við einum kalendara í lummanum her í Danmark.
5. Ætlar tú at flyta aftur til Føroyar?
Ja eg ætli mær aftur til Føroyar. Nær veit eg ikki heilt, hugsi um kanska at arbeiða eitt sindur áðrenn eg fari heim, so eg fái eitt sindur av royndum á arbeiðsmarknaðinum áðrenn eg flyti. Størsta orsøkin til at flyta er, at eg føli meg meira heima í Føroyum enn í Danmark.
6. Hvørji góð ráð vilt tú geva teimum, sum koma niður til Danmarkar?
Tað er sera týdningarmikið at finna sær eitt andaligt heim, veri tað føroyskt ella danskt. Eitt stað har ein kann mennast andaliga. Og nakað heilt annað er, at tað er skilagott at seta seg eitt sindur inn í hvussu danska bureaukratiið virkar, fyri at sleppa undan at føla seg sum eitt ókent nummar í eini langari bíðirøð.
7. Hvønn týdning leggur tú í orðini – “Tann, ið trýr, hevur ævigt lív”?
Tað merkir, at tann ið trýr hevur ævigt lív. Her er eingin munur á lítlum ella stórum, ríkum ella fátækum, sjúkum ella frískum. “Tann” sipar til ein og hvønn, so við at trúgva á Jesus hevur ein ævigt lív.