Sjey spurningar

Sjey spurningar til Randi HansenFakta:

Navn: Randi Hansen

Aldur: 28 ár

Heimbýur/bygd í Føroyum: Toftir

Arbeiði/lesnaður: Lesi tónleik og sálarfrøði á Københavns Universitet

Spurningar:

1. Nær komst tú til trúgv á Jesus?

Eg kann ikki minnast, nær eg kom til trúgv á Jesus. Eg eri uppvaksin í einum heimi við trúgvandi foreldrum, so tað at trúgva hevur altíð verið ein náttúrligur partur av mínum lívi.

2. Er tað okkurt vers í bíbliuni, sum hevur verið til serliga signing fyri teg?

Mær hevur altíð væl dámt Filippibrævið 4;6-7: Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. Tá Símun og eg tóku ring uppá, valdu vit afturat navni og dagfesting at seta hesa skriftávísing í ringarnar.

3. Nevn ein av tínum yndissangum – og hví tær dámar hann serliga væl?

Millum allar teir sangir mær dámar væl – føroyskar, enskar, lovsangir o.s.fr. – finst nr. 375 í Songbók Guds Fólks: Tú sært ei meg. Hann lýsir væl okkara støðu í Kristusi út frá okkara viti og ikki okkara kenslum, sum jú kunnu vera svikaligar.

4. Hvat leingist tú serliga eftir í Føroyum?

Tað man vera familjuni og vinum. Onkuntíð eisini onkrum mati.. Tað er so tætt samband nú á døgum, so vit síggja altíð familjuna av og á, so hatta við at leingjast hevur ikki fylt so nógv. – Kanska sindur meira nú vit hava børn, og tey og ommur og abbar ikki sleppa at síggja hvørtannað so ofta.

5. Ætlar tú at flyta aftur til Føroyar?

Ja, tað er ætlanin. Eg veri vónandi liðug at lesa um 2 ár, so tá fara vit helst at venda nøsini heimeftir. Ikki tí – vit trívast óalmindiliga væl her í býnum og hava alla tíðina gjørt tað, men vit gleða okkum eisini at koma “upp á pláss”, tað vil m.a. siga í húsum við betri plássi enn ein 2-ver. íbúð, og har vit vita, at vit fara at vera nøkur ár.

6. Hvørji góð ráð vilt tú geva teimum, sum koma niður til Danmarkar?

Keyp eina súkklu og finn eina samkomu, sum tú trívist í.

7. Hvønn týdning leggur tú í orðini – “Tann, ið trýr, hevur ævigt lív”?

Tað, at um eg trúgvi Jesusi, havi eg eitt ævigt lív saman við Honum. Eg eri rættiliga hugtikin av ævinleikanum. Æææææævigt! Altíð, altíð, altíð…