Sjey spurningar til Elisabeth Benjaminsen
Fakta:
Navn: Elisabeth Dorthea Benjaminsen
Aldur: 24
Heimbýur/bygd í Føroyum: Toftir
Arbeiði/lesnaður: Ergoterapeut.
Spurningar:
1. Nær komst tú til trúgv á Jesus?
Eg var 10 ára gomul. Eg var á míni fyrstu Zareptalegu, og eitt kvøldið tá vit høvdu andakt, bað eg Jesus koma inn í hjartað. Seinni tá eg var 14 ár, aftur á Zarepta, var tað at eg veruliga fekk vissuna og sá hvat tað var at trúgva.
2. Er tað okkurt vers í bíbliuni, sum hevur verið til serliga signing fyri teg?
Filippibrævið 4;6-7. Bæði versini hava havt ótrúliga stóran týdning fyri meg. Ofta tá ið eg havi verið stúrin fyri einumhvørjum ella havi følt meg eitt sindur niðri, havi eg kunnað lisið hasi versini og funnið ugga.
3. Nevn ein av tínum yndissangum – og hví tær dámar hann serliga væl?
Tað er “Shout to the lord”. Hann hevur nakað heilt serligt at siga fyri meg. Mær dámar ótrúliga væl lagið, og orðini eru eisini góð. Hann minnir meg eisini altíð um mínar ungdómsdagar, tá ið eg gekk á ungdómsmøti í Eysturoynni. Hesin sangurin var hæddarpunktið. Eg fái enn eitt smíl á varrarnar, tá ið vit syngja hann.
4. Hvørjum leingist tú serliga eftir í Føroyum?
Fyrst man tað so ið hvussu er vera familjan og vinirnir (sum ikki búgva i Danmark), men eisini leingist eg eftir Nebo, sum er mín heimasamkoma. Kundi hugsað mær at verið í arbeiðinum har, meðan nógv stendur á við at fáa nýggja bygningin lidnan.
5. Ætlar tú at flyta aftur til Føroya?
Ja tað geri eg heilt sikkurt, men tað verður nokk ikki beinanvegin, tá ið eg verði liðug við lesnaðin. Eg kundi gott hugsað mær at lisið okkurt víðari og fingið eitt sindur av arbeiðsroyndum, áðrenn eg flyti heim. Men eg komi aftur til Føroya einaferð
6. Er tað onkur bók sum (bíblian undantikin) hevur havt serstakan týdning fyri teg?
“Is that really you God?” sum Loren Cunningham hevur skrivað. Hann var tann sum stovnaði YWAM í Hawaii. Eg havi sjálv verið á skúlanum har, og so fekk eg bókina, sum forklárar um hvussu hann fekk visiónina, og hvussu hann varð royndur allan vegin ígjøgnum.
7. Hvønn týdning leggur tú í orðini – “Tann ið trýr hevur ævigt lív”?
At tann sum trýr av fullum hjarta hevur ævigt lív. Vit kunnu hava ringar periodur, hvar vit ikki hava gott samband, men at vit í síðsta enda framvegis koma til himmals og har skulu liva góða lív saman og lovprísa Gudi í allar ævir.