Vegleiðarar okkara og Kristus
Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra! Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir..
Hebr. 13,7-8.
Vit eru ivaleyst mong, sum eru takksom fyri teir vegleiðarar, sum Harrin gav okkum á lívsleið okkara. Fólk, ið vóru eins og vitar, sum lýstu og vístu okkum kósina, tá vit vóru í myrkri – tey vóru eins og varðar, sum gjørdu at vit ikki viltust, tá tað var toka á leiðini. Hesi, sum gingu undan okkum – og vístu okkum ans, umsorgan og kærleika. Teirra lív, teirra vitnisburður peikaði okkum á Harran Jesus. Vit kunnu kanska hugsa um fleiri persónar sum vóru andaligir vegleiðarar: foreldur okkara – ella systkin – sunnudagsskúlalærarar – ella aðrir góðir vinir, fólk,sum vit ídag hugsa um við takksemi til Harran.
Sjálvur kenni meg sera signaðan av góðum vinum og vegleiðarum, sum góðu mær kærleika, umsorgan og holl ráð á vegnum. Kærleiksfullu hondum, sum vístu mær vegin eg skuldi ganga. Fleiri teirra eru ikki longur okkara millum. Ein dagur kom, tá Harrin tók tey heim til sín sjálvan.
Hetta orð sigur, at vit skulu minnast vegleiðarar okkara, sum hava talað orð Guds til okkara. Og tað fer víðari og sigur, at vit skulu akta eftir hvussu teir endaðu lív sítt – og eftirfylgja trúgv teirra. Tey vóru fyridømi, ið vóru verd at fylgja.
Men legg merki til, at høvundurin av Hebrarabrævinum fer víðari og sigur: Jesus Kristus er hin sami í gjár og ídag og í allar ævir. Hann er grundarlagið fyri trúgv okkara – og ikki vegleiðarar okkara. Teir máttu sleppa endanum, meðan Harrin Jesus hann er hin sami – og hann broytist ikki. Tað var Jesus sum vegleiðarar okkara vístu á og ikki seg sjálvi. Tað er Hann, sum er Harri og frelsari okkara, sum elskaði okkum og gav lív sítt fyri okkum. Tað er Hann, ið ynskir at vera vinur okkara, eisini tá ið aðrir vinir ikki røkka longur til okkara. Og Orðið sigur at Hann livir altíð fyri at biðja fyri okkum.
Latið okkum vera takksom fyri allar vegleiðarar okkara – bæði teir, sum farnir eru, og teir, vit framvegis hava. Og so festa eygu okkara á Kristus – tí bert hjá Honum finnur sál okkara tann sálarfrið, ta trygd, sum vit hava brúk fyri – eisini eitt tílíkt kvøld sum hetta.