Sjónvarpsandakt við Øssur Berghamar í SVF sunnudagin 25. apríl

Tað er flaggdagur ídag og okkara vakra flagg veittrað á fullari stong sum tekin um, at vit føroyingar eru glaðir fyri land okkara og Merkið, ið er tjóðareyðkennið.

Krossins Boðskapur

Og – óneyðugt at siga, so er ein krossur at finna í føroyska flagginum. Tað er nú undarligt, at bæði vit og aðrar tjóðir hava valt at lata ein kross eyðkenna eitt plagg, sum skal siga frá, hvørji vit eru. Tað er ikki júst nakað lívsjáttandi við einum krossi. Hann boðar jú frá deyða og ikki lívi.

Og tó – sum vit hugsa um hendingina, sum krossurin peikar aftur á, so er krossins boðskapur um somu tíð ein lívsins boðskapur. Tað var har, vón var birt fyri eina falna mannaætt, sum var komin burtur frá skapara sínum. Vit eru mong, sum kunnu siga, at tað var við kross Kristusar eg fann lívið í Gudi. Tað var har, at bøtt var fyri synd og misgerðir mínar, sum høvdu skapt skilna millum meg og ein rættvísan Gudi.

Og tí er tað at Paulus, sum annars sat inni við nógvari vitan og var førur fyri at halda veldugar talur, í hesum føri eins heldur seg til tað einfalda: Kross Kristusar. Eg setti mær fyri einki at vit millum tykkara uttan Jesus Kristus og hann krossfestan.

Evangeliski boðskapurin er enn ídag tengdur óloysiliga til kross Kristusar, og vitnisburðurin um hetta livir í hjørtum okkara – og kemur m.a. fram í nógvum av teim sangum og sálmum, vit syngja. M.a. sigur eitt kent ørindi soleiðis:

Har við krossin skelvandi, tú á Harri fanst meg
Har við tínum kærleika, fast til tín tú bantst meg.
Krossurin krossurin øll mín æra veri
til eg tær í himlinum betri prís framberi.

Gleðiboðskapurin er krossins boðskapur – men hann er eisini ein uppreisnarboðskapur. Tí krossurin kundi ikki gera enda á Kristusi. Deyðin kundi ikki halda høvdinga dýrdarinnar. Hann reis uppaftur triðja dagin, og sum kristin kunnu gleðast um hetta, at vit eiga ein livandi frelsara í himli.

So latið okkum henda flaggdagin eisini vera takksom fyri ta signing, sum boðskapurin um Kristus hevur borið við sær– hann, sum doyði, men livir ídag – og ynskir at koma inn í okkara lív, inn í tað støðu vit eru í júst, inn i títt og mítt heim – við tí friði, sum bert hann kann geva okkum. Og loyv mær at citera Paulus einaferð enn, tá hann sigur í Gal 2,20 mestsum ger sína støðu upp og sigur soleiðis:
Eg eri krossfestur við Kristusi – og nú er tað ikki longur eg sum livi – nei, Kristus livir í mær, og lívið sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav seg sjálvan fyri meg.