Í sambandi við flóðalduna í fjareystri hevur fleiri ferðir verið ein still løta á ymsum samkomum, fyri at minnast tey, sum farin eru. Næstseinasta sunnudag kl. 14 var alt Danmark kvirt í ein minutt. Tað sama hendi í fólkatinginum í gjár, og avgjørt var ikki at taka nakað mál til orðaskifti aftaná. Og henda stilla løtan hevur verið hildin ymsastaðni og í ymiskum londum.
Neyvan man nøkur tíð hava verið í mannasøguni, har fólk eru so sermerkt av tí mótsetta. Dagsskráin er fullsett. Við fullari ferð fara vit higar og hagar. Mong eru tey, ið hart eru fyrispent fíggjarliga – og mugu arbeiða meiri enn tey orka. Arbeiðskrøvini eru mong og strong – saman við krøvunum, vit stilla okkum sjálvum. Vit skulu náa tok, ferjur og flogfør. Strongd (stress), sum var eitt ókent orð fyrr, hoyrir til dagsins samfelag.
Men hesin lívsstílur krevur síni offur. Hjúnaløgini rilla og fara – familjur verða atskildar. Hjá nøkrum fer heilsan at bila. Ávaringarljósini koma á vegnum, sum minna okkum á avmarkingar okkara.
Komið avsíðis og hvíli tykkum
segði Jesus við lærisveinar sínar, sum vit eisini vóru mint um á stevnuni í Kikhavn. Tað sama sigur hann við teg og meg ídag. Vit treingja at vera einsamøll saman við Honum, sum doyði fyri at frelsa okkum frá synd og fortaping. Hann er tann einasti, sum er førur fyri at reinsa okkum frá synd, stúran og órógv – og skapa stilli í sálini.
Nær las tú orð Guds seinast? Nær talaði tú seinast við hann – heilt persónliga, soleiðis sum vit plæga at syngja í einum sangi:
Hvussu long tíð er tað síðan tú lást á knæ
Fyri Jesusi opnaði hjarta,
Og tú rópti á hann inntil myrkrið burt svann
Og tað lýsti av degi tá.
Á tú minnist tað tíð, tá tín sál var so frí,
Og so óspilt og reint var títt hjarta.
Sig mær, gloymdi tú hann, tann vinin, tú fann,
Sum tú talaði við hvønn dag.
Tað er einans har – við føtur Jesusar – at vit innast inni kunnu finna kvirru í hvíluleysu sál okkara.