
Neyvan man nøkur tíð hava verið í mannasøguni, har fólk eru so sermerkt av skundi. Dagsskráin er fullsett. Við fullari ferð fara vit higar og hagar. Mong eru tey, ið hart eru fyrispent fíggjarliga – og mugu arbeiða meira enn tey orka. Arbeiðskrøvini eru mong og strong – saman við krøvunum, vit stilla okkum sjálvum. Vit skulu náa tok, fundir, ferjur og flogfør. Strongd (stress), sum var eitt ókent orð fyrr, hoyrir til dagsins samfelag.Men hesin lívsstílur krevur síni offur. Tí eingin okkara megnar meiri enn eitt vist. Ávaringarljósini koma á vegnum, sum minna okkum á vandan. Men tíverri ignorera vit lættliga tey reyðu signalini, sum standa og blinka. Og so koma avleiðingarnar. Onkur gevst at koma saman við trúgvandi. Hjá øðrum fer hjúnalagið at rilla. Hjá onkrum øðrum fer heilsan at bila. Hvat skal til fyri at fáa okkum at steðga á?
Møguliga kunnu tríggjar vikur á Rodos bøta upp á okkurt. Og ein umlegging av lívinum kann avgjørt vera eitt gott uppskot. Men tað er fyrst og fremst neyðugt at søkja Hann, sum doyði fyri at geva okkum lív í yvirflóð (sum einki hevur við strongd at gera). Hann er tann einasti, sum er førur fyri at geva okkum eina nýggja byrjan. Jesus kann reinsa okkum frá synd, stúran og ófriði – og skapa stilli í sálini. “Komið avsíðis og hvílið tykkum” segði Jesus við lærisveinar sínar. Tað sama sigur hann við teg og meg í dag.
Tað er umráðandi fyri okkum kristin, at vit regluliga hava eina stilla løtu saman við Gudi okkara. Eina løtu, har tað er kvirra í sálini, meðan vit søkja samfelag hansara gjøgnum Orðið og bønina. Har vit hoyra rødd hansara og greiða honum frá gleði og stríð, takksemi og ørkimlan okkara.
Nær talaði tú seinast við frelsara tín – heilt persónliga, soleiðis sum vit syngja í einum sangi:
Hvussu long tíð er tað síðan tú lást á knæ
Fyri Jesusi opnaði hjartað,
Og tú rópti á hann inntil myrkrið burt svann
Og tað lýsti av degi tá.
Á tú minnist ta tíð, tá tín sál var so frí,
Og so óspilt og reint var títt hjarta.
Sig mær, gloymdi tú hann, tann vinin, tú fann,
Sum tú talaði við hvønn dag.
Tað er einans við hjarta Jesusar at vit kunnu finna hvíld fyri sálum okkara. Skulu vit yvirliva andaliga og vaksa, mugu vit seta samfelagið við Jesus ovast á breddanum.
Øssur