Stríðið um hugaheimin

Tíðin við próvtøkum er strævin! Men henda tíðin er eisini góð, tí nú kann ein leggja enn eitt skúlaár aftur um og so er summarferia! Fyri nøkur er talan um allar síðstu royndirnar, og so er útbúgvingin lokin! Júst sum vit eru liðug við okkara útbúgving er kanska ikki so lætt at vita, hvussu nógv vit í veruleikanum hava lært – og hvussu nógv lesturin hevur myndað okkum. Men sum frálíður gerst greitt, at útbúgvingin var meir enn bara ein spurningur um at økja sína vitan innan eitt ávíst øki: Talan hevur veruliga verið um “en uddannelse”, sum danir orða seg. Vit hava ikki bara fylt okkum amboðskassan við vitan; nei, útbúgv-ingin hevur “dannað” okkum – myndað okkum, so vit nú í størri mun enn áður hugsa sum sjúkrarøktarfrøðingar, maskinmeistarar, akademikarar, osfr. – Og hetta er, alt annað líka, gott og rætt!

Á sama hátt sum við eini longri útbúgving ynskir Gud – ikki einans at “gera okkum út” so vit hava røttu amboðini, men eisini at mynda okkara lív. Hann ynskir, at vit fylla okkara andaliga amboðskassa við bíbilskum sannleikum; men hann ynskir enn meir, at vit læra at hugsa bíbilskt, at vit læra at hugsa sum kristin eiga! Tí soleiðis sum vit hugsa, soleiðis liva vit eisini okkara lív!

Um Gud skal vera tann, sum fram um alt annað, myndar okkara hugburð og lívsstíl, so er bert eitt at gera: Vit mugu íðin lesa í Bíbliuni, so vit læra at hugsa bíbilskt og duga bíbilskt at meta um alt tað, sum okkum møtir í skúlanum og samfelagnum annars!

“Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!” Róm 12:2

Mong kristin halda, at eitt sindur av bíbliulestri og bøn ella regluligari møtigongd man verða nóg mikið – og alt gott um tað! Men tað er stórur munur á at vera vitandi um bíbilskar sannleikar og so tað at duga at hugsa bíbilskt! At vera vitandi um bíbilskar sannleikar er sum at hava fylt sær amboðskassan við góðum amboðum, tó uttan at hava lært í dagliga lívinum at hugsa sum fakmaðurin. Hinvegin eru vit blivin verulig “fakfólk” sum kristin, tá vit hava lært at hugsa bíbilskt og alla tíðina meta bíbilskt um tey rák, ið vit møta.

Tað er sum sagt ikki nóg mikið fyri okkum, bert at verða lærd bíbilskar sannleikar. Okkum tørvar at læra at hugsa bíbilskt! Um vit ikki læra at hugsa bíbilskt, verða tað onnur, ið læra okkum at hugsa, meðan bíbilsku sannleikarnir liggja sum óbrúkt amboð í kristna amboðskassanum!

Kenna vit Bíbliuna so mikið væl, at vit ikki bert vita, hvat hon lærir, men at vit hava lært støðugt at hugsa bíbilskt um lívið og tilveruna í síni heild? – Ella hvør ella hvat er tað nú, ið myndar tín hugsannarhátt og lívsstíl?

– Niels Pauli Nónstein