Tá ið sólin kom undan

Tvær kvinnur komu tungar í huga til grøv Jesusar. Tær vóru vónbrotnar av tí, sum var hent dagarnar frammanundan. Jesus, meistari teirra, var deyður, og nú komu tær við angandi urtum at salva likam Hansara.Men hendan morgunin broyttist alt. Í Markus 16,2 stendur, at tær komu til grøvina, “tá ið sólin kom undan.” Men – sólin ikki bara kom undan í Jerúsalem, men tað var sólarris yvir allan heim. Tí páskamorgun reis Jesus sigurríkur upp av deyðum, gevandi øllum okkum lut í Sínum uppreisnarlívi, sum hava trúð á Hann. Páskaboðskapurin broytti alt.
Hesum boðskapi fagna vit framvegis nú 2000 ár aftaná hendingina. Vit kunnu gleðast um, at sigurin páskamorgun er eisini sigur okkara.
Jesus livir, og vit skulu liva við Honum.

Hin morgun, tá sólin úr eystri skein,
úr grøvini myrku Guds Sonur trein,
Burtur fíggindan rak,
deyðin misti sítt tak
og kundi ei gera mein.  

Tí at Jesus himmalsins kongur,
Hann á myrkurins valdi vann.
Og í dag vár fagnaðarsongur
frítt kann ljóða til frelsaran.

Tá vinir Hans savnaðust bivandi,
við friði Hann kom, og teir ivandi
sóu sjón fyri søgn,
burt var ótti og tøgn,
hin deyði var livandi.

Maria, hví gongur tú syrgiklødd,
í dimmi og djúpasta dali stødd,
Navn títt kennir Hann væl,
tú ert signað og sæl,
hoyr Hansara mildu rødd.

Og Pætur, sum sveik hann og skar í grát,
við vatnið teir fingu eitt tiltrongt prát,
fyrigeving hann fann, 
Jesus kallaði hann
til hirða í størri mát.

Og soleiðis hittir Hann fólk sítt her,
við Andanum okkum so nær Hann er,
Men Hans verk hevur skund,
tí skjótt kemur tann stund,
Hann heim sína brúður ber.

Øssur Berghamar