
Onkuntíð hava vit hug at hugsa, at samkoman í Kristnastovu er bygningurin á Birmavej 36 ella kanska tey, sum leiða arbeiðið her. Men samkoman er hvørki ein bygningur ella nøkur fá, sum leiða. Samkoman er øll tey trúgvandi, sum hava valt at hava Kristnastovu sum sítt andaliga heim. Vit kundu eisini sagt tað so: Samkoman er ikki teir “deyðu” múrsteinarnir, sum Kristnastovu-bygningurin er bygdur av, nei, samkoman er teir livandi múrsteinarnir.
Bíblian líknar eisini samkomuna við eitt likam. Hvør einstakur persónur í samkomuni er ein limur á likaminum. Og allir limirnir eru til fyri hvønn annan og tæna hvørjum øðrum. Øll hava ikki somu tænastu – eyga kann ikki gera tað sama sum beinini. Men bæði eyga og beinini kunnu tæna øllum likaminum. Tey tæna ikki sær sjálvum ella royna at realisera seg sjálvi. Eyga hyggur, so at beinini ikki ganga útav og likamið meinslar seg. Soleiðis er eisini við samkomuni, vit tæna hvør øðrum, so at tað er allari samkomuni til uppbygging.
Hvussu kann eg so tæna likaminum? Í 1. Korintbrævi 12 stendur m.a., at Gud hevur sett nakrar til ápostlar, nakrar til lærarar, nakrar til at hjálpa, nakrar at stýra. Í Kristnastovu eru eisini nógvir mátar, vit kunnu tæna hvør øðrum uppá. Tað kann vera við at gera reint, við at leiða lovsong, við at áminna, við at bjóða vælkomin, gera drekka, við at uppmuntra, og vit kundu hildið áfram.
Vit hava øll brúk fyri hvørjum øðrum. Og tað fungerar best, tá vit frívilliga tæna hvørjum øðrum – ikki tá vit tvinga hvønn annan til at gera hetta og hitt.
Í Rómbrævinum 12 stendur, at tá vit tæna, so mugu vit vera erlig og liva tað, sum vit siga. Harrin hyggur at hjartanum og ikki at tí, sum vit menniskju hyggja at. Og Hann er tann, sum í síðsta enda fer at døma og løna.
– Dora