
Fyrsta páskadag vóru ymsir páskasangir sungnir, sum vit kenna. Men ein sangur um uppreisn Jesusar varð sungin á fyrsta sinni alment. Teksturin kann síggjast her.Hin morgun, tá sólin úr eystri skein,
úr grøvini myrku Guds Sonur trein,
burtur fíggindan rak,
deyðin misti sítt tak
og kundi ei gera mein.
Tí at Jesus, hann livir, er her í dag
og við gleði vit syngja várt takkarlag.
Hann úthelti sítt blóð,
men hann upp aftur stóð,
og livir – halleluja.
Tá vinir hans savnaðust bivandi,
við friði hann kom, og teir ivandi
sóu sjón fyri søgn,
burt var ótti og tøgn,
hin deyði var livandi.
Maria, hví gongur tú syrgisklødd
í djúpasta dali – í sorg ert stødd,
navn títt kennir hann væl,
tú ert signað og sæl,
hoyr hansara mildu rødd.
Og Pætur, sum sveik hann og skar í grát,
við vatnið teir fingu eitt tiltrongt prát,
fyrigeving hann fann,
Jesus kallaði hann
til hirða í størri mát.
Og soleiðis hittir hann fólk sítt her,
við Andanum okkum so nær hann er,
Men hans verk hevur skund,
tí skjótt kemur tann stund,
Hann heim sína brúður ber.
Øssur Berghamar