Tríggir spurningar til útisetan

Egil Gunnarson hevur verið útiseti í hálvt fjórða ár. Hann lesur maskinverkfrøði á DTU í Lyngby. Óli Jákup hevur sett Egili Gunnarson tríggjar skjótar spurningar:Tríggir skjótir spurningar til Egil

Hvør er tín tænasta í Kristnastovu?
Síðan eg flutti niður havi eg regluliga sitið handan mixpultin og stýrt ljóðinum. Vit eru fýra, sum skiftast. Í stuttum snýr uppgávan seg um, at man møtir nakað áðrenn møtið, so tónleikararnir fáa vant, miksar undir møtinum og til síðst eventuelt leggur taluna út á heimasíðuna hjá Kristnastovu.

Hvat er ein av góðu andaligu bókunum, sum tú hevur lisið?
Eg havi altíð verið rættiliga áhugaður í trúarverju og religiónsfilosofi. Av givnu orsøk er tað tí mest bøkur um hetta evnið, sum eg havi lisið. Ein rithøvund, sum mær dámar væl, og sum eg havi lisið fitt av, er William Lane Craig. Hann hevur skrivað eina rúgvu av bókum um trúarverju, har tann nýggjasta eitur On Guard: Defending Your Faith with Reason and Precision.

Hvørja frásøgn úr Skriftunum dámar tær væl?
Mær dámar væl søguna um, tá Jesus mettaði 5000 menn umframt kvinnur og børn. Hon vísir væl, hvussu Jesus ikki vanvirðir gávurnar, sum vit geva Honum. Sjálvt ein lítlan matpakka signaði hann langt út um tað, sum vit kundu hugsa okkum til.