“Vit trúgva á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar”
Hetta er Ápostólska trúarjáttanin.
Lesa vit samkomusøguna, hoyra vit um fleiri trúarjáttanir. Vit vita, at tann elsta trúarjáttanin (t.e. hon, ið vit kenna frá fólkakirkjuni), er vorðin til um ár 150. Trúarjáttaninar vórðu gjørdar, tí falslærur gjørdu um seg í samkomuni. Hetta høvdu ápostlarnir eisini ávarað um frammanundan (Áp.20:29; 1 Tim.6:3). Tí kallaðu samkomuleiðarar saman til fundar. Tørvur var á at fáa sligið fast einaferð fyri allar, hvat tann frelsandi trúgvin inniheldur. Serliga stóð læran um Kristi persón fyri skotum. Álop vóru frá tveimum síðum. Øðrumegin herjaðu gnostikarar (líkir New Age í dag), sum noktaðu, at Kristus var menniskja. Hinumegin herjaðu arianarar v.m. (líkir Jehovah vitnum), ið noktaðu, at Jesus var Gud. Tí siga trúarjáttanirnar mest um Jesu Kristi persón. Sum sæst, so herjar Satan á enn í dag. Munurin er bara nøvnini á sektum og falslærarum. Men endamálið er tað sama: at rangsnúgva hini heilnæmu læru og soleiðis forða menniskjum at blíva frelst. Tí lá tað ápostlunum so nær at hjarta at áminna okkum um at rannsaka trúnna (2 Kor.13:5) og at vaksa í trúnni (1 Tess.3:6-10).
Men er tað neyðugt at verða so nágreiniligur? Er tað ikki nokk bara at trúgva á Jesus og royna at liva eitt gott lív? Svarið er eitt avgjørt nei! Bíblian lærir, at tað er bara ein trúgv, ið frelsir, og tað er tann rætta kristna trúgvin. Tí endar tann athanasianska trúarjáttanin (frá uml. ár 600) við at siga, at tann, sum ikki trýr tí, sum har er skrivað, hann verði bannaður. Tvs. at vit mugu trúgva á Gud soleiðis, sum Hann hevur opinberað seg, fyri at verða frelst. Trúgva vit nakað annað, fara vit fortapt.Skulu vit í stuttum royna at siga, hvat tann frelsandi trúgvin er, kann tað neyvan sigast styttri og beinari enn tað verður sagt í trúarjáttanini (ella “trúgvin”, sum hon eisini verður rópt).
Játtanin fellur í tríggjar partar: 1. um Faðirin, 2. um Jesus Kristus og 3. um Heilaga Andan. Vit skulu her í stuttum kanna fyrsta partin.
“Eg trúgvi á Gud “
Fyrsta boðið sigur: “tú mást ikki hava aðrar gudar” (2 Mós.20:3). Vit skulu tí óttast, elska og líta á Gud soleiðis, at vit akta øll hini boðini. Í hinum boðunum verður sagt, hvussu hin sanna trúgvin vísir seg í gerðum. Við trúnni gera vit tað góða við gleði, uttan noyðslu og tæna soleiðis Gudi, sum hevur víst okkum náði. At akta hesum vitnar um, at vit av hjarta halda fyrsta boð. Kortini uppfylla vit ikki boðini við at virka. Tað er als ikki nokk. Men í somu løtu vit trúgva á Gud, hava vit hildið fyrsta boð og eru harvið púra rættvís og rein fyri Gudi; tí einans trúgvin er uppfylling lógarinnar.
Hvat merkir tað at hava ein Gud? Gud er tað, eg vænti mær alt gott frá og sum eg flýggi til í allari neyð. Hann líti eg á av øllum mínum hjarta og trúgvi á Hann. Tað er álit hjartans, sum antin ger ein avgud ella Gud. Er trúgvin rein og sonn, so er tað hin sanni bíbilski Gud ið eg líti á. Er álitið og trúgvin følsk, er tað ikki hin bíbilski Gud, eg líti á. Tað, sum hjarta mítt er knýtt at og lítir á, tað verður mín Gud. Er tað ognir, karriera o.a., so er tað vorðið mín gudur (smb.Matt.6:21).
Er tað so nóg mikið, um eg bara sigi, at eg trúgvi? Nei, eitt er at hava rætta trúgv um Gud. Tað hava “hinir illu andar við – og skelva” (Ják.2:19). Annað er at trúgva á Gud. T.v.s. at eg vendi mær til Gud og krøki meg í Hansara lyfti og lati lív mítt verða stýrt av trúnni. T.e. at lív mítt verður stýrt av sannleikunum um Gud og av lívi, deyða og uppreisn Kristusar soleiðis, sum tað er opinberað í bíbliuni. Tann kristni gevur seg undir henda boðskap og byggir sítt lív á henda persón.
Skriftin sigur, at “Gud er ljós, og einki myrkur er í Honum” (1 Jóh.1:5), at Hansara “eygu eru rein, so [Hann fær] ikki hugt uppá ilt” (Hab.2:13).
Nikeanska trúarjáttanin (frá 352) sigur, at vit trúgva á ein Gud, sum hevur opinberað seg í trimum persónum. Allir tríggir hava somu æru og tign og eru óskaptir, óendaligir, ævigir, almáttugir og allir kunnu kallast Gud og Harri. Tó eru tað ikki tríggir gudar og tríggir harrar, men tríggir persónar í einum Gudi og ein Gud í trimum persónum. Okkurt er bert galdandi fyri tann eina persónin í tríeindini: Einans Sonurin er føddur, einans Andin gongur út frá Faðirinum og Soninum. Kortini standa persónarnir ikki undir hvørjum øðrum. Hóast Sonurin, tá Hann var á jørð, var undir Faðirinum, so stendur tann upprisni Kristus kortini ikki undir Faðirinum. Hetta skilja vit ikki, men góðtaka tað í trúgv, tí soleiðis hevur Gud opinberað Seg.
“Faðir”
Gud er okkara Faðir (Gal.1:3), Jesu Faðir (1 Pæt.1:3), Andanna Faðir (Heb.12:9), Faðir ljósanna (Ják.1:17). Jesusar verk var júst, at Hann gjørdi okkum til Guds børn, sum tað stendur í øðrum parti í trúarjáttanini. Víðari kallast Hann “skapari himins og jarðar”, og er Hann Faðir at øllum tí skapta, eisini himmalljósunum. Her er talan um eina framhaldandi skapan, t.v.s. Hann uppiheldur øllum skapanarverkinum (Heb.1:3). Tekur Gud Sína hond aftur, raplar alt saman og onki er til longur.
“Hin alvalda”
Orðið “alvaldi” ella “almáttigur” (sí 2 Kor.6:18) merkir, at Hann kann gera alt, at tað í roynd og veru er Hann, ið stýrir og ræður øllum, sum fer fram. Hann er allastaðni-verandi, alt-síggjandi, al-vitandi. Kennir byrjanina og endan. Øll, ið hava játtað hesa trúgv, eiga lut í tí æviga lívinum og øllum Guds lyftum.
Skrivað hevur: Kristian Hansen