Ein nýggjársboðskapur
Nátt er í Jerúsalem. Stilli er yvir býnum og friður í flestu húsum. Eitt fólk fer titandi gjøgnum hinar trongu gøtur. Tá ið ljós fellur á andlit hansara, sæst, at tað er Nikodemus, lærarin og ráðharrin. Hann, sum vanliga gongur so tignarliga á Jerúsalems gøtum, hevur skund í nátt. Hann leitar upp húsini, har sum Jesus úr Nazaret heldur til. Nikodemus verður ikki avvístur, tí at meistarin svevur. Nei – á sama hátt, sum hann í dag sigur: “Tann, ið kemur til mín, skal Eg als ikki koyra burtur”, soleiðis var hann til reiðar at tosa við Nikodemus um tað, sum var vandamál hansara hesa nátt.Onkur hevur sagt, at Nikodemus var ræddur fyri fólkatosi, tí kom hann um náttina. Helst hevur hann ikki kunnað sovið fyri hesum álvarsomu spurningum, sum hann ikki var mentur at greiða sjálvur. Náttin, tá ið likamið er veikast, náttin, tá ið stúranin er størst, náttin, tá ið Gud talar til hin einstaka í einseminum.
Hvussu var og ikki, so fór Nikodemus til Jesus hesa signaðu nátt – og tað var gott. Har fekk Nikodemus at sanna, at “aldri hevur nakað menniskja talað sum hesin maður!” “Rabbi!” segði Nikodemus, “Vit vita, at tú ert lærari, komin frá Gudi. Tí eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Gud er við honum!” Hetta var ein vakur inngangur. Men Jesus sá heilt inn í sálina á hesum manni.
Hann sá, at tað var ikki einum lærara, Nikodemusi tørvaði, men einum frelsara. Og tað er menniskjans sanna støða. Eingin lærari kann bjarga okkum úr sonnu trongd okkara. Einki fyridømi kann fáa okkum at ganga leiðina líka til Himmals. Vit eru øll hjálparleys. Fortapt.
Og so segði Jesus hesi orð, ið standa sum ein lýsandi yvirskrift yvir hvørjum einasta menniskja frá vøggu til grøv: “Verður ein ikki føddur av nýggjum, kann hann ikki síggja ríki Guds!” Og so kunnu menniskju gera sær tær hugmyndir, tey vilja. Tá ið allar royndir eru gjørdar, tá ið allir dreymar og allar fyrigyklingar um himmal og Helviti, lív og deyða eru avfjaraðar, tá standa hesi orð lýsandi sum ein óbroytilig grundlóg: “Verður ein ikki føddur av nýggjum, kann hann ikki síggja ríki Guds!” Tey orðini høvdu fult virði í hinum stilla rúminum í Jerúsalem, og tey hava sama fulla virði í hesi stund, í Havn, í Føroyum, í útlondum, á skipsdekki, á brúgv, í last ella maskinrúmi, í stórbýi, í einbýli, í glæsiligum umstøðum ella í trongum korum: “Verður ein ikki føddur av nýggjum, kann ein ikki síggja ríki Guds!”
Nikodemus var føddur av nýggjum ta náttina. Jesus minti hann á koparormin í oyðimørkini – ein og hvør, sum var deyðanum vísur, tó at hann var bitin av eiturormunum har – fekk nýtt lív, doyði ikki, men byrjaði lív av nýggjum, tá ið hann hugdi at koparorminum. Tí tað lyfti hevði Gud givið, og tað lyftið stóð fast. “Og,” sigur Jesus við Nikodemus, “Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal menniskjasonurin verða lyftur upp, fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum!” Og tá var tað, Jesus segði hesi dýrabaru orð: “Tí so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív!”
Og Nikodemus varð føddur av nýggjum, eins og túsund og aftur túsund eru vorðin fødd av nýggjum við at lesa hesi orð og við Heilaga Andanum grípa tey at hjartanum í trúgv. At verða føddur av nýggjum. Tað var ringt hjá Nikodemusi at skilja, og tað er kanska torført hjá onkrum, sum lesur hetta, at fata. “Undrast ikki á, at eg segði við teg: Tit mugu føðast av nýggjum!” segði Jesus við Nikodemus.
Endurføðingin er Guds verk við Heilaga Andanum. Vit duga ikki at skilja tað. “Vindurin blæsur,” segði Jesus víðari, “hagar hann vil, og tú hoyrir sús hansara. Men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, ella hvagar hann fer. So er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum!”
Maður, ið róptist Havnar-Jørgin, kom eitt sunnukvøld gangandi eftir Bakkahellu. Hann var í sálarneyð. Hann hevði hoyrt um Nikodemus, men kundi ikki skilja hetta um at verða føddur av nýggjum. Tá hoyrdi hann vindin súsa, og hesi orðini runnu honum í hug. Hann skilti, at endurføðingin er Guds verk í somu stund, sum vit í trúgv seta álit okkara á Jesus Kristus, og hann varð føddur av nýggjum í somu stund. Hann fór til songar, men ferð eftir ferð mátti hann fram aftur, legði seg á knæ við songarstokkin og prísaði Gudi fyri, at hann varð vorðin føddur av nýggjum. Hann hevði fingið syndafyrigeving og vissuna um eitt ævigt lív. Tá var tað, sum orðið sigur, at “hitt gamla er farið – alt er vorðið nýtt!” Tað byrjaði eitt nýtt skeið í lívi hansara. Endurføðingin er eitt tíðarskifti, meir enn eitt ársskifti.
Ein ungur maður varð nýggjársnátt frelstur inni í “Ebenezer” í Havn. Tað varð av sonnum eitt dupult nýggjár fyri henda mann. Lukkuligur tann, sum upplivir hetta andaliga nýggjár í lívi sínum. Tann dagin, Nóa tók takið av Ørkini, var hin fyrsti í fyrsta mánaði. Lukkuligi Nóa, førdur gjøgnum dómin, tí at hann trúði Gudi og tók við tí, sum Gud hevði lagt til rættis til bjargingar.
Eg hugsi um tey menniskju, sum hoyrdu Nóa prædika, og sum kanska ætlaðu at fara inn í ørkina seinni. Tey upplivdu eitt nýggjár – tey væntaðu, at eisini hetta árið mundi ganga við sama tilboði frá Gudi gjøgnum Nóa. Men tey komu ikki longri enn til annan mánað á hesum nýggja ári. Hin 17. í øðrum mánaði opnaðust allar keldur í tí stóra djúpinum, og vatnsportrini á himli lótust upp.
Dómurin kom knappliga sum eitt óløgi yvir tey, og eingin bjarging! Vit stíga nú inn í eitt nýtt ár. Tann, sum elskar opinbering Harra okkara Jesu Krists, sigur: Kanska kemur hann í ár.
Ert tú føddur av nýggjum? Roknar tú við at hava eitt heilt ár fyri tær?
Tú kanst – sum so mangur – rokna skeivt!
Greinin er skrivað av Petur W. Háberg, sum livdi í tíðarskeiðnum 1914-1984.