– Samrøða við Ingunn og Eirik Norðberg eftir Óla Jákup Jacobsen.
Nýgift fluttu Ingunn og Eirikur Norðberg til Keypmannahavnar summarið 2008.

– Hetta hevur verið ein tíð við blandaðum upplivingum og kenslum, men alt í alt eru vit glað fyri tíðina her í Keypmannahavn, siga Ingunn og Eirikur. Lesið her m.a., hvussu Ingunn og Eirikur møttust fyrstu ferð í stovuni hjá Eiriki.
Í einum av teimum mongu, mongu vindeygareyðu íbúðunum á Oyrasundi búleikast Ingunn og Eirikur. Her búgva tey í einari tveyrúms íbúð, sum tey hava búð í frá fyrsta degi, tey fluttu niður fyri skjótt fýra árum síðani, tá Ingunn fór undir at lesa til arkitekt.
– Her er deiligt at vera, slær Ingunn fast, meðan Eirikur yppir eitt sindur øksl, inntil tað letur úr honum,
– Jú, men ikki til at samanbera við Vág fyri tað.
Byrjaði í stovuni hjá Eiriki
Summarið 2006 skuldi verða nakað heilt serligt fyri ta tá 21 ára gomlu havnargentuna, Ingunn Durhuus, og 22 ára gamla vágbingin, Eirik Norðberg.
– Ein vinkona hjá mær hevur eina ommu í Suðuroy, og vit báðar vóru farnar suður við Smyrli at vitja hana eitt vikuskifti. Tað sunnukvøldið fóru vit so á møti í Bethel (salurin í Vági), og tá møtið var liðugt, vísti tað seg, at ein flottur, fittur og ljóshærdur drongur bjóðaði heim til sín, sigur Ingunn flennandi.
– Vit vóru nokk eini fimm ung, sum vóru hjá okkum tá. Eg kendi ikki Ingunn nakað serligt uttan tað, at eg visti, hvør hon var. Ikki kann eg siga annað enn, at eg gjørdist rættiliga forliptur í Ingunn longu tá, sigur Eirikur brosandi.
– Hatta var tíðin, áðrenn Facebook og líknandi var vorðið so útbreitt í Føroyum, so vit máttu brúka fartelefonina. Tá vit vóru komnar norður um fjørð, sendi Eirikur mær eitt sms, har hann spyr, um vit eru komnar norður í øllum góðum, sigur Ingunn smílandi og skeitir yvir á Eirik.
Pápi Ingunn átti bilin
– Aftaná summarferiuna tað árið hevði eg havt planir um at flyta til Havnar at lesa til maskinmeistara. Tað gjørdi eg so, og byrjaði eg regluliga at koma til møtir í Ebenezer, har eg ofta møtti Ingunn, sigur Eirikur.
– Vit tosaðust ofta aftaná møtini, men tað var so at siga ongantíð, at vit tosaðu saman bara vit bæði, sigur Ingunn.
– Men vit høvdu skrivað nógv saman á telefonini, men til síðst helt eg tað vera eitt sindur fjákut, at man satt at siga best kendist digitalt. Í desember tók eg meg so saman og spurdi hana, um hon var áhugað í at fara ein biltúr, sigur Eirikur.
– Tað var bara ein trupulleiki: Eirikur hevði ongan bil. So eg lánti bilin hjá babba og koyrdi heim til Eirik. Tá sigi eg so: ”Á, eg orki ikki at koyra í kvøld”, tí eg helt, at tað var meira romantiskt, at drongurin koyrdi, sigur Ingunn flennandi.
Soleiðis byrjaði lívið hjá Ingunn og Eiriki. Eitt ár seinni vórðu tey forlovað, og 14. juli 2008 giftust tey so í Ebenezer í Havn.
Týdningarmikið at biðja saman
Líka síðan Ingunn og Eirikur fluttu niður, hava tey verið involverað í arbeiðinum í Kristnastovu. Á pallinum hava vit ofta sæð Eirik tala og spælt klaver, meðan Ingunn hevur sungið fyri, samstundis sum hon hevur havt sín lut í køkinum. Fyri kortum varð Eirikur eisini elsti í Kristnastovu.
– Sum alt annað her í lívinum, so gongur tað andaliga lívið upp og niður. Tí er tað týdningarmikið at halda tað andaliga lívið við líka, sigur Ingunn.
– Hóast vit ikki lesa í Bíbliuni so nógv saman, so hava vit roynt at gjørt tað til vana at biðja saman. Tað gjørdu vit líka frá byrjanini av, sigur Eirikur.
Um týdningin av Gudi í teirra hjúnabandi er Ingunn ikki í iva:
– Vit hava minst líka nógvar trupulleikar og konfliktir sum onnur hjún. Men tá vit hava Gud sum fundament, so er tað líka sum, at hjúnabandið verður hildið saman við eini heilt serligari guddómligari kraft, sigur Ingunn.
– Um eg skal geva pørum, giftum sum ógiftum, eitt ráð á leiðini, so er tað at halda fast við at biðja saman. Á tann hátt styrkir man ikki bara seg sjálvan, men alt hjúnabandið andaliga, sigur Eirikur at enda.