
Vit treingja øll til at koma burturfrá viðhvørt. Burtur frá teim krøvum og uppgávum, sum vanligi gerandisdagurin hevur við sær.
Tá ið Jesus gekk herniðri á foldum, segði Hann einaferð við lærisveinar sínar: “Komið nú við Mær burtur til oyðið stað, har vit fáa verið einsamallir, og hvílið tykkum eitt sindur!” (Markus 6,31).
At hvíla nýtist ikki at vera nakað passivt, har einki verður gjørt. Tað kann eisini vera hetta, at vit gera nakað heilt annað í nakrar dagar ella vikur. Eg veit um nøkur, sum ætla at brúka summarfrítíðina til at hjálpa til á summarlegum í Føroyum – og onnur, ið fara til Grønlands at geva eina hond har. Uppaftur onnur fara til “Teen-Street” at taka lut í ábyrgdini av føroyskum ungdómum. Jú – møguleikarnir eru fleiri.
Ein góð bók kann eisini vera hent at taka við. Tað er gott fyri sálina, at geva sær stundir til at hugsa, grunda og biðja. At vit endnurnýggja sinnið og fáa nýggja styrki til gerandisdagin, ið bíðar.
Og við hesum orðum vil eg ynskja tær og tínum eitt gott summar!
Øssur Berghamar