Ungur trúgvandi í Keypmannahavn – nøkur góð ráð

Lestrartíðin í Danmark er ein spennandi  og avbjóðandi tíð – eisini fyri ungar trúgvandi føroyingar! Ein av hesum avbjóðingum er andalig: Hetta er kanska fyrstu ferð tú veruliga skalt standa á egnum beinum andaliga! Her eru nøkur ráð at fylgja, sum kunnu gera útiseta-tíðina til eina serliga tíð – eisini andaliga!Set tær fyri at møtast við øðrum trúgvandi
Ongin trúgvandi megnar at vera tað einsamallur. Vit hava tað best, tá vit kunnu fylgjast saman við øðrum kristnum. Vel tær tí eina samkomu og far aktivt inn í tann kristna felagsskapin. Set tær fyri at koma regluliga saman við trúgvandi, sum ynskja at fylgjast við Jesusi. Og lær teg at geva og tæna øðrum, samstundis sum tú letur onnur tæna tær.

Halt sambandið við Harran
Lat bønina vera ein partur av tínum gerandislívi. Vit eru skapt av Gudi til eitt lív saman við Honum. Og Hann bjóðar tær at fylgjast við Sær – eisini nú tú ert lesandi. Og halt á at biðja, eisini um tú onkuntíð ivast.

Set tær fyri at kenna Bíbliuna
Gud elskar at hoyra frá tær, men Hann hevur eisini nógv gott og rætt at siga tær. Guds rødd og vegleiðing hoyra vit klárast í Bíbliuni. Set tær tí fyri at koma at kenna Bíbliuna væl! Les regluliga í henni heima við hús. Og kom eisini regluliga saman við øðrum trúgvandi fyri at lesa í Bíbliuni og práta um tað, t.d. í einum húsbólki.

Sig hvør tú ert
Tá tú fært høvi at siga, hvør tú ert og hvat tú trýrt, so ger tað! Kanska skilja fólk teg ikki, men tey flestu vilja virða tað, at tú hevur eina støðu. Um tú frammanundan hevur tikið eina greiða støðu fyri Jesus og stendur fast við hana, gerst lívið lættari og greiðari. Tá eg longu havi ’forplikta’ meg til Harran, er ikki neyðugt – hvøjra ferð eg møti nýggjum avbjóðingum og nýggjum fólki – at taka støðu til, um eg skal siga, at eg eri trúgvandi ella ikki.

Gloym ikki gleðiboðskapin
Jesus doyði fyri okkara mistøk fyri at kunna fyrigeva okkum alla okkara synd. Vit hava øll tørv á at koma aftur og aftur til Jesus við okkara byrðum. Hann kann fyrigeva okkum og geva okkum nýtt mót og nýggja gleði! Jesus er áhugaður í okkum og ynskir at fylgjast við okkum – eisini tá vit eru langt burtur frá tí kenda og trygga í Føroyum.

– Dora og Niels Pauli