Úr fátækt til ríkdóm

Síðstu tíðina hevur kjak tikið seg upp, um tað nú finnast fátøk fólk í Danmark. Summi siga, at nógvir danir mugu klára seg fyri ein so lítlan penga, at teir eru at rokna sum fátækir. Onnur halda, at tað eru sera fáir – fyri ikki at siga ongir – fátækir danir. Í kjalarvørrinum av hesum kjaki, hevur spurningurin tikið seg upp, hvørt danskir politikarar ikki áttu at ásett eitt fátækramark. Hetta mark skal so definera, hvat tað vil siga at vera fátækur.

Í vikuni las eg eisini, at kinesiska stjórnin nýliga hevur ásett nýtt fátækramark og flutt gamla markið úr 55 cents upp í ein dollara um dagin. Við einum pennastrokið eru knappiliga fleiri enn 100 millliónir kinesarar blivnir fátækir. Undan broytingini vóru 27 milliónir fátækir kinesarar og eftir nýggja fátækramarkinum eru hetta talið vaksið til 128 milliónir!

Í andaligum høpi finnst eisini eitt, sum vit kunnu kalla eitt fátækramark. Sambært Guds fátækramarki eru vit øll andaligir biddarar, illa at holdi komin. Vit hava syndað og soleiðis gjørt uppreiðstur ímóti hinum alvalda. Revsingin fyri hesa synd er ævigur skilnaður frá Gudi og allari lukku. Sjálvi megna vit ikki at bøta fyri hesa skuld. Um tí Gud ikki sjálvur kemur okkum til hjálpar, fær aftur frið í lag og rættar uppá støðuna, fer tað at enda vanlukkuliga fyri okkum øll.

Og tað er júst tað, ið Gud hevur gjørt! Gleðiboðskapurin um Jesus kemur inn í okkara døpru og vónleysu støðu sum eitt fløvandi ljós. Seinna Korintbræv 8, vers 9, fortelur okkum, hvussu stórt Guds gávumildi er móti okkum:

Tit kenna jú náði Harra okkara Jesu Krists, at Hann fyri tykkara skuld gjørdis fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldu verða rík.

Hin óendaligt ríki Gud bleiv fátækur fyri at geva okkum burtur av sínum ríkidømi. Hann kom inn í okkara verð sum eitt lítið barn, livdi eitt fullkomið lív og doyði síðani fyri okkara mistøk.

Nú stendur Hann og bjóðar okkum at koma og fáa lut í Hansara ríkidømi. Og vit kunnu fáa burtur av hansara ríkidømi við at líta okkum sjálv og okkara fátækdóm yvir á hann.

Hvussu við tær – hevur tú litið teg yvir á Jesus og fingið lut í Hansara ríkidømi?

Niels Pauli Nónstein