
Heimasíðan hjá Kristnastovu hevur altíð verið væl vitjað og tað hevur í longri tíð verið ætlanin at dagføra bæði sniðið og skipanina av heimasíðuni. Tað hevur verið arbeitt við hesum í eina tíð, og nú er úrslitið eftir okkara tykki so mikið gott at klárt er at útgeva nýggju síðuna.Tað, sum við fyrsta eygnakast, er mest broytt, er sjálvandi sniðið á síðuni. Mong mundu troyttast av fyrru síðuni, og tað bar ikki til at broyta útsjóndina við tí gomlu skipanini. Við nýggju skipanini ber til at dagføra sniðið, tá hildið verður at tað treingir til.
So hvørt sum fólk fara at brúka nýggju síðuna, fara tey tó helst at varnast aðrar broytingar við. Innihaldið er nú skipað í tríggjar bólkar, nevniliga tíðindi, greinar og myndasøvn. Myndasøvn eru nakað nýtt í hesum sambandi. Okkara fatan hevur verið at tíðindastubbar við myndum vóru vitjaðir ofta á gomlu síðuni. Tí meta vit at myndasøvn áttu at fingið eitt øðrvísi fokus á nýggju síðuni.
Nótvarpið hevur leingi havt innivist á heimasíðuni hjá Kristnastovu, men nýggja síðan gevur harumframt møguleikan at móttaka podcast. Tað merkir í stuttum at eitt forrit sjálvt heintar nýggjar talur tá tær vera lagdar út á Nótvarpið, og kann síðani spæla taluna fyri tær.
At enda er tað eisini ein munandi bati at nýggja síðan er ‘skjót’ á tann hátt, at tað, tú klikkir á, kemur fram á skermin skjótt, uttan at tú noyðist at bíða eina løtu. Hetta var ein trupulleiki við gomlu síðuni.
Hóast tey flestu munnu vera samd um, at innihaldið á eini heimasíðu er tað týdningarmesta, so eru óivað fleiri av okkum, sum hava ynskt okkum eina nýggja síðu við ávísum ábótum. Vónandi kann henda síðan uppfylla hesi ynskir.
Tað er framvegis ætlanin at fokus skal vera á innihaldinum á síðuni. Tí hava vit eisini lagt dent á, at allar greinar og allir tíðindastubbar frá fyrru síðuni, framvegis kunnu síggjast á nýggju síðuni. Heimasíðan hjá Kristnastovu hevur verið lutfalsliga ofta dagførd við nýggjum stubbum, og hetta ætla vit sjálvsagt at halda á fram við. Kanska við onkrum øðrvísi og nýggjum tilfari av og á.
Av tí at samkoman Kristnastova júst nú er vorðin partur av eini verkætlan, sum hevur til endamáls at hjálpa neyðstøddum í Afrika, kemur hetta ætlandi eisini at merkja heimasíðuna framyvir.
Hóast síðan er útgivin nú, verður væntandi arbeitt víðari við henni so hvørt, og varnast tú onkran feil, ert tú vælkomin at boða okkum frá á webmaster@kristnastova.dk. Eisini ert tú vælkomin við uppskotum.
Tað er okkara ynski, at nýggja heimasíðan framhaldandi skal vera til signing og uppbygging eins og vit halda at tann fyrra var. Umframt at veita kunning um tað sum fer fram í samkomuni Kristnastovu, er heimasíðan eisini eitt amboð til at røkka tí yvirorðnaða endamálinum hjá Kristnastovu, sum – enn sum áður – er at boða gleðiboðskapin um Jesus og eggja landsmonnum til at fylgja Honum.