Vakurleiki

Flest øll dáma vit at pynta okkum. Tað er ikki nakað, sum er serligt fyri hesa tíðina ella hesa generatiónina. Soleiðis hevur tað til allar tíðir verið. Vakurleiki hevur altíð verið, tí hann kemur frá Gudi. Gud hevur lagt vakurleika í sítt skaparverk frá byrjan av. Tað er rættiliga ymisk, hvat vit sum menniskju halda, er vakurt, men vakurleiki kemur frá Gudi.

Eitt er, hvat vit menniskju halda er vakurt, men hvat sigur Gud? Jú, um vakurleika sigur Hann: ”Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði, men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart. (1. Pæt. 3:3-4)
Gud sigur ikki, at vit ikki skulu klæða okkum væl, leggja sminku á og hongja smykkur á. Men Hann sigur, at tað skal ikki vera tað, sum er okkara prýði. Nei, okkara prýði skal vera tað innara – ”dulda menniskja hjartans”.

Hvat er tað tú og hvat er tað, eg ynski menniskju skulu síggja, ger meg vakran? Jesus ynskti, at vit skuldu læra av Honum, tí Hann er spakførur og eyðmjúkur. Tað dulda menniskja hjartans verður myndað av samfelagnum við Gud.

Og tá ið eg hugsi meg um, so eru tað aloftast tey fólkini, ið eru spakfør og eyðmjúk, sum hava gjørt størst inntrykk á meg. Tað var ikki tí, at skjúrtan var so flott ella smykkurnar vóru so skínandi; nei, tað var tað innara menniskjað, ið kom til sjóndar gjøgnum talu og atburð.

Tað er onki galið í, at eg fari í ein flotta skjúrtu eg havi fingið frá konuni, men er tað skjúrtuna fólk minnast sum tað vakrasta, so er nakað galið.

Herfyri las eg hetta áhugaverda brotið í einum andaktatsblaði:
Reklameafdelingen i et firma, som fabrikerer skønhedsprodukter, bad kunderne om at indsende korte breve, med fotos til beskrivelse af den smukkeste kvinde, de kendte. Der kom tusindvis af breve.

Et af dem fangede de ansattes opmærksomhed og blev sendt videre til direktøren. Det var skrevet af en dreng i en skilsmissefamilie, som boede i et saneringsmodent kvarter. Med masser af stavefejl sagde et uddrag af hans brev: ”Der bor en smuk kvinde lidt længere nede ad gaden. Jeg besøger hende hver dag. Hun får mig til at føle mig som det mest betydningsfulde barn i hele verden. Når jeg gået hjem, råber hun altid efter mig, at hun er stolt af mig.” Drengen sluttede sit brev med at skrive: ”Dette billede viser jer, at hun er den skønneste kvinde i verden, og jeg vil håbe, jeg en dag kan få en kone, der er lige så smuk.”

Sekretæren overrakte direktøren et billede af en smilende, tandløs kone, der var godt oppe i årene og sad i en rullestol. Tyndt, gråt hår var redt tilbage i en knold. Rynkerne, som lavede dybe furer hen over hendes ansigt, blev på en eller anden måde ubetydelige på baggrund af glimtet i hendes øjne. Smilende sagde direktøren: ”Den kvinde kan vi jo ikke bruge. – Hun ville fortælle hele verden, at vore produkter intet betyder i forhold til skønhed.” (Úr Et ord til dagen, februar 2011)

Hvarí liggur tín vakurleiki?

– Eirikur Norðberg