Vit hyggja aftureftir við takksemi – framá við treysti

Brot úr røðu hjá John í Skemmuni í samband við 40 ára haldið á Zarepta.Zarepta er eitt orð og eitt navn, ið er øllum føroyingum kent, og eru tað nógvir føroyingar – í túsundatali, ið hava verið á legum her gjøgnum árini. Onnur hava verið her og hjálpt til – styttri ella longri. Og uppaftur onnur eru, sum ikki hava verið her á staðnum, men sum tó hava stuðlað arbeiðinum. Og fjøldin er stór, sum hevur biðið og sum framhaldandi heldur arbeiðnum uppi í bøn.

Legurnar í dag

Legurnar í dag samanborið við byrjanina eru sera nógv broyttar. Vit lesa hjá profetinum Zakarias: “Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum!” (Zak. 4:10).

Taka vit skránna fyri Zareptalegurnar í dag, so byrja tær í mái mánaði við leguni fyri brekað. Vit hava legu fyri støk, 5 familjulegur, eina familjulegu fyri foreldur at børnum við breki, legu fyri 18 ár og eldri, bíbliuskeið, mansstevnu, kvinnustevnu, hjúnastevnur og at enda heystlegu. Allar hesar áðurnevndu legur og stevnur liggja uttan fyri summarfrítíðina – í tíðarskeiðnum frá mai mánaði til út í oktober.

Í sjálvari summarfrítíðini hava vit summarlegurnar, ið byrja við ungdómslegunum fyri tey 16-17 ára gomlu og tey 14-15 ára gomlu. Síðan hava vit barnalegurnar frá 13 ára aldri og niður til 9 ár.

Talið á leguluttakarum og hjálparfólki í hesum tíðarskeiði er stórt. Á summarlegunum í ár hava verið uml. 1200 børn og ung. Taka vit so heystleguna uppí, so hava tað verið uml. 1400 børn og ung á legu í ár.

Taka vit samlaða leguluttakaratalið og talið av starvsfólki við í øllum hesum tíðarskeiðnum, so koma vit til eitt tal, ið er úti við 4500 tilsamans.

Síðan eru tað øll vikuskiftini í vetrarhálvuni, ið samkomurnar brúka Zarepta. Til hesi vikuskifti meta vit, at eini 2000-3000 leguluttakarar og starvsfólk eru tilsamans.

At enda eru tað øll tey mongu, ið sjálvboðin eru við í viðlíkahaldsarbeiði og reingerð í vetrarhálvuni. Til hetta verða eisini nøkur vikuskifti brúkt, so út fra øllum hesum síggja vit, at her er nógvur aktivitetur við nógvum fólki alt árið.

Byrjanin

Tað var Brynleif Hansen, ið saman við øðrum byrjaði legurnar við Áir í 1965, og vóru legurnar har tvey ár.

Í 1967 stóð leguhúsið Zarepta liðugt bygt her og vóru fyrstu legurnar her sama ár. Fyrsta húsið er tað sunnasta, ið vit í dag nevna gamla hús.

Fyrsta árið vóru uml. 500-600 børn og ung á legu. Tað vóru 5 barnalegur og ein ungdómslega í summarfrítíðini. Síðan vóru yngra og eldra bíbliuskeiðið og heystlegan. Annars var eingin annar aktivitegur í húsinum restina av árinum, so samanborið við í dag er broytingin stór – og endurtaka vit við takksemi orðini hjá profetinum: “Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum!” (Zak. 4:10).

Útbyggingar

Arbeiðið er vaksið støðugt alla tíðina – við fleiri legum og neyðugt hevur verið at bygt út og at viðlíkahildið húsini og økið annars.

Í 1972 vóru smáttur bygdar. Svimjihylur var eisini bygdur. Í 1977 var norðara hús bygt og ein hædd sett upp á árið eftir.

Frá uml. 1990 eru stórar ábøtur gjørdar á húsini, kloakkviðurskiftini eru fingin í rættlag, graslíkisvøllur fingið til vega og spælipláss og nýggjar smáttur gjørdar.

Framtíðarætlanir

Eitt arbeiði má, fyri framhaldandi at verða frískt, at mennast, bæði hvat innihaldi og karmum viðvíkur.

Neyðugt er, at øll vit, sum eru við í arbeiðinum, liva í samfelag við Harran og halda okkum til orð Hansara, fyri at kunna verða før fyri at stýra rætt og fyri at innihaldið skal verða eftir bíbliunnar meginreglum.

Samstundis er neyðugt, at vit røkja bygningarnar og byggja út, sum tørvurin og krøvini broytast.

Tí hava vit ynski um og arbeiða við at fáa øki norðan fyri Zarepta, har vit hugsa um at byggja ein bygning, sum skal innihalda nýggjan møtisal og sovideild til genturnar. Eisini er endamálið við hesum at fáa bøtt um parkeringsviðurskiftini. Síðan er ætlanin at brúka gamla byggning til starvsfólk, sum í dag ikki hava góðar umstøður, tá legur eru.

Hesar ætlanir hava eisini serligt atlit til trygdviðurskiftini her.

Nógvar hjálpandi hendur

Gjøgnum árini hava mong verið við í arbeiðnum í Zarepta – bæði á tí sokallaða andaliga økinum og á tí handaliga økinum.

Tað, ið er avrikað, er eitt satt undur, og er tað við takksemi til Harran, at vit hugsa um øll tey mongu, sum á ymiskan hátt hava verið við í verkinum her.

Vit hugsa mangan, at tað eru tey, ið eru við á sjálvum legunum, sum hava tímar og eru leiðarar, ið gera stóra arbeiðið. Jú, tað er eitt stórt arbeiði, men, uttan tey, ið taka sær av tí praktiska, meðan legur eru – matgerð og øðrum – og uttan tey, ið byggja og viðlíkahalda húsini og økið annars, hevði verkið ikki kunna hildið fram.

Tí er alt arbeiðið, ið gjørt verður, neyðugt, fyri at tað skal eydnast andaliga. Og Harrin fer at løna einum og hvørjum, ið tænti Honum við teimum gávum, ið hann ella hon hevði.

Alt arbeiðið fyri Harran!

Vit lesa í Kolossebrævinum 3: “Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!” Og, “hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!” – Soleiðis hava vit upplivað mong, menn og kvinnur, ung sum eldri í Zarepta. – Og so sigur Paulus um slík í sama viðfangi: “Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.”

Tað er við tøkk til Harran, at vit minnast tey, ið undan gingu, sum ikki longur eru millum okkara. Og, tað er við tøkk til Harran, at vit hugsa um øll tey mongu, sum hava verið við í verkinum í øll hesi mongu ár.

Vit hyggja aftureftir við takksemi – og vit hyggja frameftir við treysti, at Harrin framvegis fer at leiða og signa verkið.

Eitt andaligt verk signað av Gudi

Tað, ið hevur hildið arbeiðinum uppi hesi mongu ár eru øll tey, ið hava biðið fyri tí.

Tað er so skjótt, at eitt arbeiði flytir seg frá at verða eitt andaligt verk til eitt sosialt arbeiði burturav. Hedan vandan hava mong sæð – eisini Marius Absalonsen, ið einaferð segði við meg, at hann bað altíð til Harran fyri, at Zarepta ongantíð mátti fara upp í hold.

Hann sá álvaran av, at Harrin Jesus Kristus var miðdepil í øllum og at Hann krossfestur sermerkti legurnar.

Eg eri sjálvur, um eg so kann siga tað, eitt úrslit av m.ø. legunum, ið byrjaðu við Áir og hildu fram her í Vatnsoyrum.

Á legunum við Áir boygdi eg fyri fyrstu ferð míni knø og takkaði Jesusi Kristi fyri, at Hann doyði fyri meg. Tá tók eg ímóti Honum sum frelsara mínum.

Síðan havi eg verið við á mongum legum her – og verið við fulla tíð í arbeiðnum í Zarepta síðan 1988.

Forbønin

Á leguni við Áir høvdu vit m.a. ítriv, og tá stoypti eg mær hesar biðjandi hendurnar úr gipsi.

Góðu tit. Tað eru tær biðjandi hendurnar, ið koma at avgera, um verkið heldur fram sum eitt andaligt verk. Hesar biðjandi hendur koma at verða avgerandi fyri, um tað verður Jesus Kristus, elskaði Sonur Guds, sum verður dýrmettur her.

Hesar biðjandi hendur koma at verja okkum frá at gerast holdlig – sum í Korint, har andaliga arbeiðið burtur av var blivið til vísdóm, mentan og eitt sosialt fyribrygdi.

Paulus minti tey tí á, at Jesus Kristus má verða alt í øllum. Hann segði tí soleiðis við tey í Korint: “Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan.”

Gud vælsigni tykkum øll og mátti Harrin framvegis átt fyrsta plássið í hesum arbeiði, so tað kundi verið ein støðug signing fyri land og fólk okkara.