Vitnisburður okkara

Skammast tí ikki við vitnisburðin um Harra okkara. (2. Timoteusar bræv 1,8)
Vitnisburðir eru viðhvørt at hoyra á møtum og samkomum. Og tað er mangan hugtakandi, at hoyra fólk greiða frá teirra andaligu søgu. Nøkur komu til trúgv á barnaárum – sum til dømis eg sjálvur – onnur siga seg hava trúð á Jesus alt, tey minnast, meðan uppaftur onnur royndu syndanna leiðir, áðrenn Jesus kom inn í lív teirra. Felags fyri allar sannar vitnisburðar er tó, at teir peika á Jesus og frelsuna, vit hava fingið í Honum.

Persónligar vitnisburðir finna vit eisini í Bíbliuni – bæði í Gamla og Nýggja Testamenti. Her eru tvey dømi um tað:

Í sálmi 40 greiðir Dávid frá einari inngrípan av hæddini, tá Harrin rætti sína hond út og bjargaði honum úr undirgangsgrøvini og setti føtur hansara á klettin. Orðingin hann nýtir hevur ein evangeliskan tóna yvir sær, og vit kunnu ikki annað enn hugsa um Kristus, sum er klettur okkara, sum eru komin til trúgv á Hann.

Paulus greiddi frá sínum vitnisburði fleiri ferðir og segði frá, hvussu Harrin Jesus hevði møtt honum uttanfyri Damaskus og umbroytti hann frá at vera ein mótstøðumann til eitt vitni. Vitnisburður hansara kemur m.a. fram í verjurøðuni í Ápostlasøguni 22.

Og so eru tað vit. Hvussuleiðis ljóðar vitnisburður okkara? Tað kann vera, at vit ikki hava ein so dramatiskan vitnisburð, sum Dávid og Paulus høvdu, men soframt vit kenna Harran Jesus, so hava vit eisini eina søgu at siga.

Vitnisburðir okkara nýtast ikki at vera frambornir á almennum møti, men umráðandi er kortini at fáa sett orð á hann yvir fyri teimum, sum vit kenna og hava eitt náttúrligt samband við. Og hvussu skal hesin heimur annars fáa at hoyra um frelsara okkara, um vit halda søguni aftur?

Tað er tankavekjandi, at Paulus í Rómbrævinum 10,10 tekur soleiðis til orðanna: “Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og í hjartanum trýrt, at Gud reisti Hann upp frá teimum deyðu, skalt tú vera frelstur.” Her verður nógvur dentur lagdur á at fáa tað játtað og sagt.
Játtingin hevur eina frígerandi ávirkan. Tað setur okkum í fælsi, tá vit fáa sett orð á okkara vitnisburð og boða frá, at eisini vit hoyra Jesusi til og eru persónlig kristin.

Trýrt tú á Jesus sum harra og frelsara tín, so er tað eitt gott hugskot, at tú finnur høvi til at bera tín vitnisburð fram.

– Øssur Berghamar