Uppslag av Facebook

14-12-2024, 10:27

Seinasta møtið í ár.Sunnudagin 15. desember kl. 11 verður ársins seinasta møti í Kristnastovu. Vit syngja kendar jólasangir saman og lesa úr Orðinum um føðing Frelsarans. Eisini verður breyðbróting. At enda hevur Jónleif Danielsen eitt stutt orð. Eftir møtið verður drekkamuður og høvi til prát.Eingin sunnudagsskúli verður, men børnini eru sjálvandi vælkomin við. Vónandi síggjast vit - hjartaliga vælkomin! ... See MoreSee Less

Vikuskráin

 
11.00

 

 

20.00

 

20.00

 
10.00
20.00
Sunnudag
Morgunmøti

Sunnudagsskúli

Mánadag

Bønarmøti (verður lýst)

Týsdag

Húsbólkarnir møtast

Fríggjadag
Spælistova
Fríggjakvøldssamkoma

Hálva øldin hátíðarhildin

Sólin skein so fagurliga hendan seinnapartin í oktober, tá ein skari av fólki hittust í Lívdini í Hoyvík fyri at markera 50 árini, síðani byrjað var við verkinum á Oxford Allé á Amager. Hetta var ein sannur hátíðardagur, har vit sóu eina góða og áhugaverda blanding av fyrrverandi útisetum

Les meir

Góð tíðindi fyri útisetar

Hetta var yvirskriftin hjá Regin Guttesen til leguna í Norðursjællandi, sum varð hildin 19 – 22. oktober 2023. Vit vóru fleiri luttakarar enn nakrantíð – og spurningurin var, hvussu tað kundi rigga, at vit vóru so mong.

Les meir

50 ára hald – útvaldar myndir

Í samband við Kristnastovutiltakið í Lívdini leygardagin 7 oktober, har 50 árini hjá Kristnastovu vórðu hátíðarhildin, stóðu nakrar myndatalvur (planchur) við útvaldum myndum, tiknar frá 1973 til 2023 – framleiddar á Tonito á Eiði.

Les meir

Nýggja hvønn ein morgun

Millum teir lovsangir, vit syngja í Kristnastovu, er hesin ein av teimum afturvendandi. Hetta er ein stuttur sangur við einum versi, sum umtalar náði og trúfesti Harrans. Hann var eisini sungin nýggjársaftans morgun, tá vit nakrar tímar eftir skuldu fara inn í nýggja árið 2024: Óbroytiligur er kærleiki Harrans.

Les meir

Aftur á Oxford Allé

Nú ið tað seinni í ár verða fimti ár, síðani vit fóru undir eitt evangeliskt verk millum føroyingar á Amager, fekk eg hug at steðga á á okkara gomlu adressu og taka onkrar myndir. Hetta var á Oxford Allé, sum ikki er langt frá Birmavej – umleið hálvan annan kilometur haðani. Har búleikaðust vit í nærum fimm ár.

Les meir

Játtan og fyrigeving

Eg minnist, tá eg sum smádrongur kom at bróta eitt vindeyga nokk so meint í einum húsum í grannalagnum, har vit búðu niðri vid Rættará Havn. Hetta hendi undir spæli saman við øðrum. Eg rann sum ein hvirluvindur burturfrá í vón um, at hetta ikki fekk nakrar avleiðingar.

Les meir

Her eru vit