Poul Madsen farin heim til Harran
Mikumorgunin 1. juli andaðist Poul Madsen í heimi sínum í Stenløse, 93 ára gamal. Hann var ein av størstu bíbliulærarum, Danmark hevur átt í nýggjari tíð. Føroyar og føroyingar lógu honum nógv á hjarta. Jarðarferðin verður frá Stenløse Kirke leygardagin 11. juni kl. 13.