Poul Madsen farin heim til Harran

Mikumorgunin 1. juli andaðist Poul Madsen í heimi sínum í Stenløse, 93 ára gamal. Hann var ein av størstu bíbliulærarum, Danmark hevur átt í nýggjari tíð. Føroyar og føroyingar lógu honum nógv á hjarta. Jarðarferðin verður frá Stenløse Kirke leygardagin 11. juni kl. 13.Poul Madsen var grundleggjari av samkomuni “Kristent Fællesskab”, har mangir danir – og føroyingar við – gjøgnum mong ár hava havt sítt andaliga heim. Saman við Rino Lange var hann leiðari av Operatión Josva, einari evangeliskari miðstøð uttan fyri Odense, sum virkaði um alt landið í nøkur ár. Fleiri føroyingar vóru í Operation Josva.

Vit bæði Susan vóru við í Operation Josva í tíðarskeiðnum 1972-73 – og hetta árið gjørdist avgerandi fyri okkum. Tí tað var har, vit tóku stig til verkið, sum seinni fekk navnið Kristnastova. Aldri gloyma vit bíbliutímar Poul Madsens, sum vóru merktir av djúpum myndugleika, innliti og alski til skriftina – og tó borið fram á ein einfaldan hátt, so øll kundu fylgja við. Hann fekk sagt so nógv við fáum orðum. Svenning av Lofti segði onkuntíð – og hann var útbúgvin prentari – at tala Poul Madsens var so væl orðað, at hon var klár til at fara til prentingar.

Blaðið “Mod Målet” stjórnaði hann í mong ár – og tað eru bert nakrir mánaðir síðani seinasta blaðið kom. Umframt at útleggja skriftina, so hevði hann altíð sera viðkomandi og aktuellar viðmerkingar undir teiginum “Hvad ser du?”, har hann í andaligum ljósi mangan viðmerkti samfelagsligu og politisku støðuna – fyrst og fremst í Danmark, men eisini í Europa og heiminum sum heild. Viðmerkingar og lýsingar hansara vóru altíð beinraknar og merktar av gløggari vitan og vísdómi. Og so hevði hann eisini humor.

Poul Madsen skrivaði fleiri bøkur, sum hava verið nógv lisnar – bæði her og heima í Føroyum. Tvær teirra eru umsettar til føroyskt. Hann skrivaði og umsetti eisini nógvar sangir, sum serliga hava verið nýttir innan Kristent Fælleskab.

Alt, ið Poul Madsen gjørdi, var gjørt á ein hábærsligan, tignarligan hátt. Og hann skýggjaði alt, ið var “yvirfladiskt”, popput og lættisoppaligt.

Poul Madsen var í fleiri førum talari á fríggjakvøldssamkomum í Kristnastovu, bæði á Oxford allé og Birmavej 36. Altíð hevði hann eitt gott, og viðkomandi orð til okkara. Hann vitjaði eisini í Føroyum fleiri ferðir og talaði í ymiskum samkomum.

Ein kappi er fallin millum fólk Harrans, og vit minnast hann við stórum takksemi til Harran.

Øssur Berghamar